Uppskot um at loyva samkyndum hjúnalagi í Føroyum, verður lagt aftur fyri løgtingið.
Tað staðfestir Rigmor Dam, tinglimur fyri Javnaðarflokkin, at landsfundi hjá flokkinum í dag.
Men Rigmor Dam sigur, at tað verður neyvan fyrrenn eftir næsta løgtingsval, at tað verður lagt framaftur.
Tey trý tingfólkini, Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi, Poul Michelsen í Framsókn og Rigmor Dam, løgdu nakað síðani uppskot fyri løgtingið um at gera tað lógligt hjá tveimum samkyndum at giftast borgarliga.
Men uppskotið varð felt, tí eftir kravi frá Miðflokkinum hevur samgongan avtalað, at verða slík uppskot løgd fyri løgtingið, skal samgongan standa saman um at fella tey.
Men tað er greitt, at málið verður ikki slept, hóast tað ikki vann frama hesa ferð.
Tí væntar Rigmor Dam ikki, at tað fer at loysa seg at leggja uppskotið fyri løgtingið so leingi hendan samgongan situr.
Hetta málið skal ikki brúkastt til fótatraðk, sigur hon.
- Vit fara ikki at leggja uppskotið fram aftur, fyrrenn tað tænir málinum, sigur Rigmor Dam.
Hon ger eisini púra greitt, at tað verður ikki við henni í samgongu, at nøkur avtala verður gjørd, sum bindur eina heila samgongu til at fella mál av hesum slagi.