Tað verður neyvan enn á sinni, at Løgtingið kemur til nakra niðurstøðu í málinum um samkynt hjúnalag.
Tað metir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í Rættarnevndini hjá Løgtinginum.
Uppskotið um samkynt hjúnalag, sum Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen hava lagt fyri Løgtingið, var til umrøðu í Løgtinginum í gjár og síðani er tað lagt í Rættarnevndina hjá Løgtinginum til nágreiniliga viðgerð og nevndin skal so leggja síni tilmæli fyri aftur Løgtingið.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir ásannar, at talan er um eitt stórt mál og hon er vísir á, at nú uppundir jól, hevur Løgtingið rættiliga nógv at gera.
Eftir jól verða tingfundir ikki aftur fyrrenn síðst í januar og hon væntar ikki, at málið kann avgreiðast fyri tað
Trýst á pílin undir myndini hoyr, hvussu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir metir støðuna í samrøðu við Leo Poulsen á Rás2
|