Eg havi leingi hugsað, um eg skuldi skrivað eitt lesarabræv, og blandað meg upp í kjakið, sjálvt um ein situr 1500 km. burturi, men eg mátti bara gera tað. (hetta gav mær sanniligani eitt kick, at fara undir at skriva lesarabrævið)
Nú havi eg lisið lesarabrævið hjá einum ávísum Ragnari S. Olsen. Tað er nú langt síðani, tú hevdi brævið í Dimmu og Sosialinum, (1. oktober haldi eg tað var) men betri seint enn ongantíð. Eg havi lisið brævið hjá tær væl ígjøgnum. Eg ivist ikki í, at tú ert ein fittur og fryntiligur persónur, men tá ið tað kemur til tínar meiningar um tey samkyndu, so haldi eg, at tú ert (sum danir siga) ?langt ude i hampen?.
Tú sigur orðarætt, at tú ikki fordømir nakran. Í brævinum hjá, haldi eg tvørturímóti, at tú ert sera fordømandi. Tað er alt í lagi og ein erlig sak, at tú ikki góðtekur ?liviháttinum? hjá okkum samkyndu.
Men síðani fer tú at taka ymisk skriftstøð burturúr Bíblini. Bíblian er ein sera spennandi bók, men hon er skrivað fyri tveimun túsund árum síðani, og nógvar av teimun lógunum, sum vóru galdandi tá, eru tíbetur ikki galdandi í dag. Tað at tað skuldi vera synd at vera samkyntur í dag, tað er akkurát sum eisini farið í søguna, men enn hava fólk tann hugburð, at tað at vera samkyntur skuldi vera ein synd, bara tí tað stendur í Bíbliuni.
Eg meini bara tað, at tað ber ikki til at hava Bíbluna sum lógarbók, í einum nútíðar føroyskum samfelag. Vit eru skjótt 3 ár inni í tað nýggja áratúsundáraskiftið. Bíblian er ein halgibók ikki, ein lógarbók
So fer tú at skriva um moral og ómoral. Tað mást tú sjálvur um, hvat tú leggur í tað. Eg vil bara siga, at eg haldi, tað er totalt ómoralskt at siga, hvussu man velur at liva, og hvørjum kynið man velur at liva saman við, tað má vera fólks egna sak.
Eitt tað mest áloypandi er, tá tú fer at skriva, at tað at vera samkyntur skuldi vera trendy og IN. Tað er tað reina tvætl og nonsens. Tað kann væl vera, at tá ið tú tosar um, at tað skal vera trendy at vera samkyntur, so hevur tú kanska sæð tað í sjónvarpinum, t.d í samband við einum Hollywood produseraðum filmi (ella hvat veit eg). Orsøkin er allarhelst eisini tann, at tað at vera samkyntur tíbetur ikki longur er tabu-evni, og tí ?síggjast? og hoyrast samkynt meira nú enn fyrr.
Homoseksuallitetur er ikki nakað sum kemur og fer. Tað hevur altíð verið til, og fer altíð at vera til. Og eitt annað er, at ein ikki verður samkyntur, tað er nakað ein verður føddur við.
Men tað allarmest áloypandi, tú skrivar, er tá ið tú nevnir tey pedofilu, og tey sum hava seksuellan umgang við djór. Skuldu tey hava viðurkenning og fara í skrásett parlag ? Tá má eg siga, at eg ikki havi nakra hóming av, hvat tú meinar við!? Tað virkar, sum tú vilt seta pedofili, sodomi og homoseksualitet í eina katagori?
Hesi kunnu als ikki samanberast. Sodomi er tað reina djóraplágarí, og viðvíkjandi pedofili, so er hetta tað mest andstyggiliga og vamlisligasta, sum yvirhøvur finst. Og eg vóni, at eg havi tikið feil, tá tú setur samkynd í sama rás sum tey pedofilu og tey, sum útinna sodomi.
Fyri at venda aftur til, tá tú skrivar at homoseksualitetur er synd og ómoralskt. Eg vil bara siga, at tað er onkin synd at vera samkyntur. Tað, sum er synd (haldi eg), er tá, um ein nú er samkyntur, ?velur? at fortroyngja tað alt lívið og so velur at gifta seg við einari kvinnu (um ein nú er maður), og síðani fær sær børn. Hetta er ?synd? fyri bæði børn og konu, men so sanniligani eisini fyri seg sjálvan. Tí man lýgur ikki bara fyri seg sjálvan, men eisini fyri sítt umhvørvið. Tað er alt ov hart at ganga og goyma seg fyri sínum verðuliga persóni. Eg veit ikki, um ein skal vera stoltur av at vera samkyntur. Ein er bara tað, sum ein er. Men ein er kanska blivin eitt sindur meira positivur og optimistiskur, aftaná ein hevur fortalt, Gud og hvønn mann tað.
Nú veit eg sjálvandi ikki um tú ert giftur og hevur børn. Men um tey t.d komu yvir til tín ein dagin, og søgdu,: Babba eg eri samkynt/ur, tá vóni eg at tú fert at siga. Góða/i tað er alt í lagi, eg elski teg kortini, og góðtaki teg, sum tann, tú ert, (ella sum tað oftani er við foreldrum, so gongur tað oftani eitt sindur tíð, við at venja seg við tankan).










