Samkynd viðgjørdu trúarspurningar

Týsdagin varð spurt á ANSO-ráðstevnuni, um samkynd kunnu vera trúgvandi. Ein av niðurstøðunum var, at tað er týdningarmiklari at gera tað, ið er gott enn tað, ið er rætt


Myndatekstur:
Britta Svensson og Arthur Thiery
Mynd. J. K. Vang



Síðani ANSO-ráðstevnan, sum lesandi samkynd skipa fyri í Norðurlandahúsinum í hesum døgum, fór av bakkastokki, er kjakið um samkynd og átrúnað rættiliga kyknað.
Ikki færri enn tveir samgongulimir, har annar er landsstýrismaður, hava ávarað ímóti at føroyingar hýsa slíkum tiltøkum. Felags fyri grundgevingarnar hjá báðum politikarum er, at teir taka støði í Bíbliuni. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, skrivar m.a. í lesarabrævi í gjár, at Bíblian er púra greið á hesum øki og ávarar harðliga ímóti slíkum livihátti.
Javnaðartingmaðurin Gerhard Lognberg mótmælti somuleiðis í blaðnum í gjár ímóti at, at Hans Pauli Strøm hevði sett ANSO-ráðstevnuna. Hann endurgav brot úr Rómverjabrævinum og samanbar Føroyar við støðuna í Sódomu og Gómorru á sinni.
Men tað tykist, sum tað finnast fleiri enn tann eini hátturin at lesa og ikki minst tulka Halgubók.
ANSO-ráðstevnan setti nevniliga allan týsdagin av til at viðgera spurningin, um samkynd kunnu vera trúgvandi. Dagurin byrjaði við, at tann virðislønti norski dokumentarfilmurin BE  skitne, syndige me varð vístur. Filmurin snýr seg um ein 20 ára gamlan drong, sum kallaði seg kristnan, men tók lívið av sær sjálvum, av tí at hann ikki tordi at fortelja sínum næstringum, at hann var samkyndur.
Eftit hetta hildu tey bæði Britta Svensson og Arthur Thiry tveir fyrilestrar um mannarættindi og um at sameina sín átrúnað við sína kynsligu orientering.
Tey luttóku bæði sum umboð fyri svenaska felagsskapin EKHO, ið er stytting fyri Ekumeniska grupperna för kristna homo- och bisexuella. Orðið økumeni kann umsetast sum alkirkjuligt ella felagskirkjuligt, og verður ofta brúkt, har kirkjur samstarva tvørturum samkomumørk.
Arthur Tiery starvaðist sum prestur í baptistasamkomu í nógv ár, til hann í 1996 varð koyrdur frá, av tí at hann viðgekk, at hann var samkyndur. Sjálvur sigur Arther Tiery, at hevði hetta hent eftir 1999, hevði hann havt møguleika at stevnt hesi kirkjuni, av tí at nýggj lóg um trúarsamfeløg kom í gildi tá. Svenska fólkakirkjan loysti frá statinum  ella staturin loysti frá kirkjuni  í 2000.
Arther Tiery er eisini forseti í The European Forum of Gay and Lesbian Chrsitian Groups. Britta Svensson arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingar innan psykiatri, men er eisini diakonur ella hjálparprestur.
 
 
Heldur tað góða enn tað rætta
 
 
Nakað av fólki hevði leitað sær í Norðurlandahúsið týsdagin, m.a. tveir flokkar úr Hoydølum, og bíbliufatanin hjá teimum báðum fyrilestrahaldarunum var púra greið. Tey løgdu dent á, at tey ikki mettu at vit komu víðari við kjakinum um samkynd, um vit halda fram við at leggja størsta dentin á ávís skriftstøð. Tey hildu tað vera av størri týdningi, at ístaðin fyri at kjakast, hvat er rætt og rangt, eiga vit heldur at tosa um, hvat er gott og ilt.
Sjálv argumenteraðu tey við dømum úr Bílbliuni, har lærusveinarnir hjá Jesusi slitu øks ein hvíludag, og hetta hóvaði ikki farisearunum. Men Jesus segði hetta vera í lagi, tí lærusveinarnir vóru svangir, og Jesus var harri hvíludagsins. Somuleiðis var líknilsið um tann miskunnsama saámariubúgvan havt á lofti, har sámariubúgvin vísti størri goodwill fyri einum neyðardýri enn bæði ein prestur og levitur gjørdu.
Niðurstøðan hjá Brittu Svensson og Arthur Thiery var sostatt, at tað er týdningarmiklari hjá kristnum fólki at gera tað góða enn tað rætta.
Røðararnir gjørdu eisini mun á hugtøkum sum ringari samvitsku og skomm. Tey grundgóvu fyri hesum við at siga, at meðan tann ringa samvitskan er nakað, sum bilgist í fólki, verður skommin ofta brúkt samfelagsliga til at seta fólk upp á pláss við.
Tey bæði umboðini frá EKHO greiddu eisini frá, at tann svenska kirkjan alment byrjaði at viðgera spurningar um samkynd í 1971.
Manijeh Elsa Modi, sum samskipar ANSO-ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, sigur við Sosialin, at tað ikki var av tilvild, at hesin eini dagurin á ráðstevnuni var settur av til at viðgera trúarspurningar, av tí at tað í Føroyum so at siga altíð eru átrúnaðarligar argument, sum verða brúkt, tá mælt verður frá at seta lógir í gildi, sum staðfesta rættindi hjá samkyndum.