Samkynd kunnu verða vígd

Eftir at hava viðgjørt evnið í tríggjar tímar, samtykti Fólkatingið í dag eitt lógaruppskot frá Karen Hækkerup, almannamálaráðharra um, at samkynd kunnu ganga saman í hjúnarlag.

85 tinglimir atkvøddu fyri, 24 atkvøddu ímóti, og tveir greiddu ikki atkvøðu.

Lógarbroytingin kemur í gildi tann 15. juni. Prestar fáa tó møguleika fyri at sýta fyri at víga samkynd, um tað stríðir ímóti teirra samvitsku, og fleiri prestar hava boðað frá, at teir fara ikki at víga tvey av sama kyni, tí tað stríðir ímóti Bíbliuni.