Samkynd í Føroyum lata virðislønir

Trý fólk, sum hava gjørt vart við støðuna hjá samkyndum í Føroyum, fáa virðisløn

 


Mikukvøldið fer felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transkyndum, LGBT, í Føroyum,  at handa trimum føroyingum virðisløn.

 

Talan er fyrst og fremst um ársins Rólant, ið er verður latin onkrum í LGBT, ið hevur staðið á odda at berjast fyri javnrættindum fyri hesum minnilutabólki. Fyrrverandi vinnarar eru Bogi Davidsen og Rasmus Rasmussen, sáli.

 

Síðani verður ein virðisløn latin ársins hinkynda føroyingi. Hesa virðisløn hava Annita á Friðriksmørk, Finnur Helmsdal, sáli, Rigmor Dam, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen áður vunnið.

 

At enda verður ársins miðlavirðisløn latin. Hon verður latin einum fólki, sum í miðlunum hevur verið við til at kasta eitt ”rættvíst og jaligt ljós” á føroysk LGBT viðurskifti. Fyrrverandi vinnari er Sakaris Stórá.