Næstu tíðina fer LGBT í Føroyum at skipa fyri fleiri tiltøkum.
Tað er greitt eftir aðalfundin, sum ní hevur verið, og har nýggj nevnd eisini varð vald.
- Nýggja nevndin hevur longu brotið upp um armar, eftir lógaruppskotið, um at loyva limum felagsins at giftast á jøvnum føti við aðrar føroyingar, fall í farnu viku, siga tey í LGBT.
Nevndin hevur sett fleiri tiltøk og verkætlanir út í kortið, og er farin til verka at fyriskipa ársins Faroe Pride átak.
Nývalda nevndin er mannað soleiðis: Eiler Fagraklett, Høgni Miné, Katrin W. Bærentsen, Line Fuglsbjerg og Símun Nolsøe. Umframt nevndarlimir vóru hesir varalimir eisini valdir: Barbara Christophersen, Marita Thomsen, Jóan M. S. Høgnesen, Rógvi Kruse og Oda Ellingsgaard.
Sostatt umboðar allar bókstavirnar í LGBT, nevniliga samkyndar kvinnur, samkyndir menn, tvíkynd og tvørkynd.
Størsta tiltakið hjá LGBT, er Faroe Pride, og tað verður aftur á ólavsøku í ár, nevniliga sunnudagin 27. juli.
LGBT Føroyar hevur altíð lagt dent á at Faroe Pride skal vera familjuvinarligt, har øll skulu føla seg væl, og har okkurt verður til allar aldursbólkar.
Skrúgongan byrjar í Gundadali, fer ígjøgnum miðbýin og endar niðri á Skálatrøð, har konsert verður.
Tað verða eisini røður og tey, sum eru við, fáa eisini atgongd til stóra undirhaldsøkið hjá Tórshavnar Ítróttaráð á Skálatrøð.
Nevndin í LGBT Føroyar arbeiðir fer eisini at geva tvær bøkur út, umframt at skipað verður fyri framsýning, blaðútgávu, ráðgeving og øðrum tiltøkum.
- Harumframt verður arbeitt fyri at fáa uppskotið, um at loyva samkyndum hjúnabondum, lagt fram aftur fyri Føroya Løgting í røttu løtu, siga tey.