Eg ætli ikki at geva rættindir í barsilsskipanini til persónar, sum ikki hava skyldur sum foreldur. Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum. Spurningurin um rættindini hjá samkyndum foreldrum at fáa gjald úr barsilsskipanini, hevur verið nógv frammi seinastu tíðina.
Tað var Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum reisti málið í politisku skipanini. Tað gjørdi hann herfyri, tá ið hann spurdi landsstýrismannin um nøkur ætlan er um at broyta barsilsskipanina, soleiðis at samkynd foreldur fáa sama rætt til útgjald sum onnur foreldur.
Hann sigur, at sum støðan er nú, eru samkynd foreldur fyri mismuni, tí tað er bara mamman, sum ber barnið, sum fær góðan av barsilsskipanini, men hitt foreldrið, ella sammóðurin, fær einki.
Helgi Abrahamsen sigur, at tað er hent tvær ferðir, at foreldur av sama kyni - tvær kvinnur - hava søkt um barsilspening. Men í hesum báðum førum, veitti barsilsskipanin bara barsilspening til kvinnuna, ið hevði borið barnið.
– Orsøkin til hetta er, at barsilslógin gevur eini kvinnu rætt til barsilspening, um hon hevur A-inntøku og fer frá arbeiði orsakað av viðgongu ella barnsburði. Sostatt er tað einans burðarmamman, ið líkur hesar treytir, sigur landsstýrismaðurin.
– Barsilslógin gevur eisini pápum rætt til barsilspening. Barsilslógin umrøður ikki foreldur av sama kyni, og av tí at kvinnan, ið livir saman við mammuni, ella er gift við henni, ikki er nevnd í barsilslógini, ber heldur ikki til at rinda henni barsilspening, sigur hann.
Barsilsskipanin veitir eisini barsilspening til foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða eitt barn. Her verður ikki skilt í millum mammur og pápar, tí í hesum sambandi verður orðið “foreldur” brúkt.
Um so er, at eitt samkynt par ættleiðir eitt barn, hava tey rætt til barsilspening á jøvnum føti við foreldur av hvør sínum kyni, sum ættleiða.
Barsilsskipanin veit ikki um samkynd hjún, ella samlivandi, sum hava søkt um barsilspening í sambandi við ættleiðing.
– Munurin er, at foreldrini, sum ættleiða hava rættarliga støðu sum foreldur, ið hava rættindir og skyldur sum foreldur. Tað hevur ein kvinna, ið livir saman við mammuni at einum barni, ikki.
Eitt av fleiri endamálum við Barsilsskipanini er »at tryggja barninum samveru bæði við móður og faðir«, sum tað stendur í viðmerkingunum til lógina.
– Hetta undirstrikar, at barsilsskipanin eisini er til fyri barnið, og at barsilsskipanin skal gera tað møguligt hjá barninum at vera saman við foreldrunum.
Men Helgi Abrahamsen sigur, at tað er ikki hansara málsøkið at gera av, hvør skal hava rættarliga støðu sum foreldur at einum barni
– So leingi sum kvinnan, ið livir saman við mammuni at barninum, ella er giftvið henni, ikki er hevur rættarliga støðu sum foreldur, hevur hon hvørki rættindir ella skyldur mótvegis barninum, sigur hann.
Og hann heldur, at rættindir og skyldur eiga at fylgjast at, og tí ætlar hann sær ikki at geva rættindir í Barsilsskipanini til persónar, sum ikki hava skyldur sum foreldur.