Tað er nú meiri enn ivingarsamt um uppskotið um at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd sleppa at giftast, verður samtykt.
Ein stórur spurningur hevur verið, hvat tveir at tinglimunum hjá Javnaðarflokkinum, Kristin Michelsen og Heðin Mortensen fóru at atkvøða, tí tað er væl hugsandi, at uppskotið stendur og fellur við teimum báðum.
Og fyri løtu síðani staðfesti Kristin Michelsen, at hann er ikki til reiðar at atkvøða í málinum og hann vil hava tað aftur í nevnd.
Og honum á baki kunngjørdi Heðin Mortensen, at hann er av somu áskoðan.
Hann sigur, at hóast uppskotið verður samtykt, skal málið avgreiðast við danir, og tað kann taka rúma tíð. Sostatt er ríkiligt av tíð at at viðgera málið víðari í Føroyum, sigur hann.
Partakvinna hansara, Kristianna WInther Poulsen, duldi ikki fyri, hvussu vónbrotin, hon var.
- Hetta er hugstoytt, segði hon.
Heðin Mortensen helt afturímóti, at tað var hugstoytt, at arbeitt varð soleiðis, at eitt broytingaruppskot varð lagt fram í morgun, og hann heldur, at stundi mugu vera til at viðgera málið nágreiniligari.