Samkynd í Føroyum
- Tað er rættiliga bláoygt at trúgva, at alt endar her.
Anfinn Kallsberg, løgtingsmaður og formaður Fólkafloksins, er sannførdur um, at tað býr nógv meir undir uppskotinum um at verja samkynd enn vit kanska geva okkum far um.
- Orsøkin til at hetta uppskotið er ikki bara at verja tey samkyndu ímóti happing og forfylging, tí tað er ongin ivi í mínari verð um, at tað býr nógv annað undir.
Formaður fólkafloksins er sostatt sannførdur um, at verður hetta uppskotið samtykt, er hetta bara byrjanin til at samkynd eisini skulu hava nógv fleiri og víðkað rættindi í Føroyum.
- Tískil verður tað næsta, at samkynd eisini skulu hava rættindi til at ganga saman í skrásett parlag, til at ættleiða børn og til at fáa viðgerð fyri barnloysi.
Hann sigur, at fjalda dagsskráin hjá Finni Helmsdal og Annitu á Fríðriksmørk verður best lýst við einum orðafelli hjá einum politikara í tjóðveldisflokkinum.
Hann vil ikki nevna politikaran, men tjóðveldismaðurin segði, at tað ber altso ikki til at leypa útav á fimtu hædd og innaftur á fjórðu hædd. Ert tú fyrst lopin útav, er bara ein vegur og tað er heilt niður.
Anfinn Kallsberg heldur, at hetta er ein ógvuliga beinrakin lýsing av støðuni og tað metir hann eisini, at viðgerðin í tinginum fer at prógva.
Mannarættindasáttmálin órógvar
Annfinn Kallsberg atkvøddi ímóti seinast, málið var til viðgerðar og sum hann hevur ikki broytt støðu sum so.
Hinvegin ásannar hann, at tað órógvar hann almikið, at verða tey samkyndu ikki betri vard, kann hetta tulkast sum brot á mannarættindasáttmálan.
Og tað er álvarsmál. Men fyri at byrgja upp fyri tí, fer formaður fólkafloksins at seta fram eitt heilt annað uppskot í Løgtinginum. Og hann sigur, at hetta er eitt uppskot sum tryggjar, at ongin kann skuldseta okkum fyri at bróta mannarættindini, hóast samkynd ikki beinleiðis verða nevnd.
- Tað kann lættliga gerast við at broyta revsilógina so at grein 14 í mannarættindasáttmálanum verður beinleiðis sett í revsilógini.
- Og tað verður mítt uppskot í Løgtinginum, staðfestir Anfinn Kallsberg.
Grein 14 í mannarættindadómstólinum sigur á donskum, at rættindi og frælsi hjá fólku skulu tryggjast ”……unden forskel på grund af køn, race, farve, sprog, religion, politisk eller anden overbevisning, national eller social oprindelse, tilhørsforhold til et nationalt mindretal, formueforhold, fødsel eller ethvert andet forhold”
- Seta vit hesa greinina í mannarættindasáttmálanum beinleiðis í revsilógina, eru rættindini hjá samkyndum, eins og øllum øðrum, tryggja, uttan at ein tann einasti bólkur verður beinleiðis nevndur.
Formaður fólkafloksins sigur, at verður hetta sett í revsilógina, kann ongin skuldseta okkum fyri at broyta mannarættindasáttmálan.
Tað er eisini greitt, at Anfinn Kallsberg verður neyvan einasti fólkafloksmaður við hesum uppskotinum, tí eisini aðrir hava róð á sama borðið, eitt nú Jørgen Niclasen, formaður fyri tingmanningina hjá flokkinum og Heðin Zachariasen, tingmaður.
Fara uttan iva at muta ímóti
Men Anfinn Kallsberg sigur, at politisku mótstøðumenn hansara í Løgtinginum, fara uttan iva at muta ímóti við teirri grundgeving, at tað ber ikki til at broyta eina danska lóg so nógv.
- Tað gevur okkum tveir møguleikar. Antin kunnu vit samtykkja tað kortini tí tað verður torført hjá dønum at muta ímóti, at ein grein í sjálvum mannarættindasáttmálanum verður sett beinleiðis í revsilógina. Gera teir tað, mugu teir eisini greiða frá, hvussu teir kunnu hava eina lóg, sum er í andsøgn við altjóða mannarættindini.
- Hin møguleikin er rætt og slætt at yvirtaka revsilógina, tí tað kunnu vit gera uttan hóvasták við yvirtøkulógini í hondini, sigur formaður fólkafloksins.
Hann metir, at verður málið loyst soleiðis, sum hann skjýtur upp, er hetta ein nógv betri vernd av samkyndum.
- Tað er ógvuliga ivingarsamt, hvør trygd er í tí, bara at fáa tey samkyndu nevnd í revsilógini. Tað hava tey verið í Danmark í fleiri ár, men mær vitandi er ongin enn dømdur fyri at gera seg inn á tey. Okkurt sakarmál hevur verið, men tað er endað við frídøming, so eg ivist í, hetta fer at føra betri trygd við sær, sigur Anfinn Kallsberg.