Sami dómari sum til 0-4 tapið fyri Skotlandi í fjør

Trustin Farrugia Cann verður høvuðsdómari til Nations League dystin millum Turkaland og Føroyar í Istanbul

Trustin Farrugia Cann úr Malta verður høvuðsdómari til Nations League dystin millum Turkaland og Føroyar í annaðkvøld

Trustin Farrugia Cann úr Malta verður høvuðsdómari til Nations League dystin millum Turkaland og Føroyar í annaðkvøld

Høvuðsdómarin til Nations League dystin millum Turkaland og Føroyar í Istanbul í annaðkvøld klokkan 19.45 verður ein gamal kenningur hjá føroyska landsliðnum.

Maltesisi dómarin, Trustin Farrugia Cann leiddi dystin í HM-undankappingini á Hampden leikvøllinum í Edinburgh 31. mars í fjør, har vit taptu greitt 0-4 fyri Skotlandi.

Trustin Farrugia Cann er ein hampuliga royndur altjóða dómari. Dysturin í annaðkvøld millum Turkaland og Føroyar í Istanbul verður tann níggjundi A-landsdysturin Trustin Farrugia Cann dømir sum altjóða dómari. 

Trustin Farrugia Cann er 36 ára gamal. 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 19. Vertur og tøkningur verður Óli G. Samuelsen. 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo 