Sami dómari sum dømdi Føroyar-Týskland í 2013

38 ára gamli Gediminas Mažeika er ikki eitt gott minnið hjá føroyska liðskiparanum, Atla Gregersen

Gediminas Mažeika eitur 38 ára gamli litaviski dómarin, sum skal døma HM-undankappingardystin millum Føroyar og Portugal, sum verður á Tórsvølli klokkan 19.45 mánakvøldið.

 

Hann hevur áður dømt ein HM-undankappingardyst á Tórsvølli. Tað var 10. september í 2013, tá Gediminas Mažeika gav Atla Gregersen reyða kortið, so Gediminas Mažeika er ikki eitt gott minnið hjá núverandi føroyska liðskiparanum. Tá var støðan bert 1-0 til Týskland. Dysturin endaði 3-0 til Týskland.

 

Gediminas Mažeika hevur ikki dømt í Champions League bólkaspælinum enn, men hann hevur dømt rættiliga nógvar Europa League bólkadystir og Europa League undankappingardystir. Hann hevur eisini dømt Champions League undankappingardystir. Gediminas Mažeika hevur eisini dømt dystir í U19 og U17 endaspølum.

 

Í farnu EM-undankappingini dømdi Gediminas Mažeika tríggjar undankappingardystir. Í hesari HM-undankappingini hevur hann higartil dømt dystin millum Bulgaria og Luksemborg, sum Bulgaria vann 4-3.

 

Gediminas Mažeika hevur dømt í bestu litavisku deildini síðani ár 2000, og síðani 2008 hevur hann verið FIFA-dómari.