Samherji veksur

Íslendska felagið Samherji, sum flestu føroyingar kenna frá samstarvinum við føroyska felagið Framherji, er eitt av teimum stóru fiskivinnufeløgunum í Íslandi og bleiv enn eitt vet størri í gjár. Tá yvirtók Samherji raksturin av tveimum fiskavirkjum og tveimum ísfiskatrolarum, sum Útgerðarfelag Akureyringa á Akureyri hevur átt. Talan er um eitt flakavirki og eitt virki, sum turkar fisk.

Umleið 150 fólk arbeiða á teimum báðum fiskavirkjunum, sum Samherji hevur yvirtikið, og við teimum báðum trolarunum fylgja fiskirættindi til tað, sum svarar til knappliga 6.000 tons av toski.