Samhaldsfasti skal vera størri partur av pensjónini

Viðurskiftini hjá pensjónistum skulu broytast

 

Samhaldsfasti eftirlønargrunnurin skal hava ein størri leiklut í pensjónini hjá teimum eldru.

 

Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Kári P.Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, hevur spurt løgmann, hvønn leiklut, Samhaldsfasti skal hava í eini nýggjari pensjónsskipan.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at arbeiðið at gera eina nnýggja pensjónsskipan, verður tikið upp aftur av álvara eftir nýggjár, og at endamálið er at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið í næstu tingsetu, sum er frá ólavsøku í 2016 til ólavsøku í 2017.

 

Umframt at geva øllum virðilig kor, skal ein nýggj skipan eggja fólki til at arbeiða eftir pensjónsaldur.

 

- Harumframt skal pensjónsnýskipanin leggja upp fyri, at vit gerast fleiri eldri, og hon skal rætta avleiðingarnar av, at farið varð undir at forskatta pensjónirnar, sigur løgmaður.

 

Sjálvur er hann sannførdur um, at Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skal hava ein størri leiklut í nýggju pensjónsskipanini.

 

- Hvussu stóran leiklut Samhaldsfasti skal hava, verður ein partur av arbeiðnum at gera eina pensjónsnýskipan, sum helst allir flokkar skulu kunna semjast um.

 

Løgmaður sigur, at orsøkin til, at hann vil styrkja Samhaldsfasta, er, at hann er ein arbeiðsmarknaðareftirlønarskipan, har fólkapensjónin er ein sosial pensjónsskipan.

 

- Ætlanin við nýggju pensjónsskipanini er at fáa betri samsvar og samanhang millum hesar báðar skipanirnar.

 

Tað er ein trupulleiki, at fyri at fáa fult gjald úr Samhaldsfasta, skal ein hava búð í Føroyum í minst 40 ár í aldrinum 15 – 67 ár, og tað eru tað nøkur, sum ikki hava.

 

- Hetta er ein avbjóðing, sum vit eiga at finna eina loysn á, og hesin spurningurin eisini ein partur av arbeiðinum við pensjónsnýskipanini.

 

Í løtuni eru tað 266 pensjónistar, sum ikki fáa fult gjald úr Samhaldsfasta, men teir flestu av teimum fáa kortini næstan fult gjald.