Samhalds­fasti í stuttum

Eins og Fólkapensjónin, var Sam­­halds­fasti Arbeiðs­mark­n­að­ar­­eft­ir­løn­ar­grunn­ur­in, van­liga rópt­u­r Sam­halds­fasti, eitt risa framlop á væl­ferð­ar­leið­ini.

Vilhelm Johannesen, tá­ver­andi lands­stýrismaður í ar­beiðs­­markn­að­ar­mál­um, í sam­­gong­uni mill­um Javn­að­ar­­flokk­in, Tjóð­­veld­is­flokk­in, Sjálv­­stýr­is­flokk­in og Krist­i­liga Fólk­a­flokk­in frá 1985-1989, var odda­mað­ur hend­an Sam­halds­fasta. Fyrstu inngjøldini vórðu gold­in inn í skip­an­ina í 1992, tá ið Jó­ann­es Eidesgaard var lands­stýr­is­mað­ur í ar­beiðs­markn­að­ar­mál­um.
Samhaldsfasti, sum er eitt pen­ing­a­ligt ískoyti til fólka­pen­sjón­ina, í løtuni 2.880 kr. mán­að­ar­liga, bygg­ir á sol­i­dar­iska prinsippið, har all­ir løn­tak­ar­ar rinda sama pro­sent­part av lønini inn, meðan øll fáa somu upphædd út frá 67. ári. Hetta merkir, at hálønt rinda lut­fals­liga meira inn enn lág­lønt, men øll fáa somu upp­hædd út aftur.
Skipanin er einføld, so pen­ing­urin fer til eftirløn og ikki til um­siting. Av tí sama kost­ar hon í dag bert 500 tús. kr. ár­liga í umsiting. Hetta kemst av, at meginparturin av tí, sum verður goldið inn frá øll­um løntakarum síðst í hvørj­um mánað, verður kan­al­i­ser­að beint út aftur til pen­sjón­ist­ar­nar, sum allir fáa somu upphædd.
Samhaldsfasti er í grell­ari and­s­øgn við eitt nú ATP í Dan­mark, sum ikki ó­grund­að verð­ur rópt ”Alt til pamp­erne”. Her sparir hvør ein­stak­ur upp til egin ellisár á egn­ari konto. Umframt eina øg­i­liga um­sit­ing, er skip­an­in eis­ini ó­sol­i­dar­isk, við tað, at há­lønt fáa nógv meira út enn lág­lønt – so har ræður onki sam­halds­festi, og stætt­ar­mun­urin fylg­ir við inn í ellisárini. Tó hava danir nak­að hægri fólk­a­pensjón enn vit.