Samgongulimir avhøvda tunnilsuppskot hjá Kára

- Verður Eysturoyartunnulin ikki bygdur av einum almennum partafelag, og verða rakstrarinntøkurnar frá hesum tunnli ikki eisini brúktar til at útvega fíggjarligt grundarlag fyri einum Sandoyartunnli, er stórur vandi fyri, at ein Sandoyartunnil ongantíð verður gjørdur, í hvussu so er undir teimum fíggjarkørmum, sum landskassin má halda seg innanfyri nógvu komandi árini.

 

Tað siga Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm, ávíkavist úr Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.

 

Báðir hava í longri tíð verið sera ivasamir móti tí privata tunnilsleisti, ið landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur arbeitt fyri.

 

Og nú í tólvta tíma áðrenn lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard kemur til 1. viðgerð í løgtinginum týsdagin, eru Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm klárir við einum alternativi.

 

Samgongulimirnir ynskja, at verandi tunnilsfeløg, P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin, verða løgd saman í eitt nýtt felag, P/F Tunnilsfelag Føroya.

 

Sambært Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm skal hetta felag, saman við nýggjum kapitali úr landskassanum, gera bæði Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil. Talan verður tó ikki um, at verandi undirsjóvartunnlar einsamællir skulu fíggja komandi undirsjóvartunnlar. Landsstýrið skal seta upp til 500 milliónir krónur í nýggjum kapitali í felagið, yvir 10 fylgjandi ár. Samgongutinglimirnir leggja upp til at pengarnir, 50 milliónir krónur um árið, verða játtaðir frá 2014 og 10 ár fram.

 

- Endamálið við lógaruppskotinum er sostatt, at almenna tunnilsfelagið beinanvegin – við støði í fyriliggjandi projektilfari – fer undir forkanningar og projektering av einum Eysturoyartunnli, og at felagið skjótast gjørligt fer undir byggingina av einum Eysturoyartunnli, siga teir báðir í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

 

Meðan byggingin av Eysturoyartunnlinum fer fram, skal felagið gera forkanningar, projektering og arbeiða við at útvega fígging av einum Sandoyartunnli, soleiðis at arbeiðið við at gera ein Sandoyartunnil kann fara í gongd beint eftir at Eysturoyartunnulin er liðugur.

 

Hóast Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm í felag hava orðað eitt liðugt lógaruppskot, so verður ikki talan um at leggja tað fyri løgtingið beinanvegin.

 

- Vit vóna, at  uppskotið frá okkum fær eina positiva viðgerð í samgonguni. Vit eru sannførdir um, at við hesum leistinum verður samfelagsnyttan optimal, samstundis sum brúkararnir fáa lagaligastu skipanina, bæði viðvíkjandi ferðslukostnaði og trygd annars, sigur Bjarni Djurholm.

 

Bjarni Djurholm var landsstýrismaður í vinnumálum, bæði tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir, sum kunnugt eftir almennum partafelagsleisti.

 

Bárður Nielsen er í dag formaður í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.