Samgongukreppan: Hittast aftur klokkan 13:30 í dag

Í gjár vóru nøkur viðurskifti, sum løgmaður skuldi fáa »greidleika« á

Og í dag hittast floksformenninir aftur klokkan 13:30, og seinni hittist eisini lítla samgonga, sum telur nøkur umboð fyri samgonguflokkarnar.

Men einki fæst at vita um, hvørji hesi viðurskifti eru, sum løgmaður skal hava »greidleika« á.

Greitt er, sambært løgmanni, at tey 16 fólkini, sum eru eftir í samgonguni, standa saman um samgonguna. Harvið eru ikki nóg nógvar atkvøður í Løgtinginum at fella samgonguna, tí til tað krevjast 16 atkvøður.

Men tað er ikki greitt, um tað møguleiki fyri at finna annan meiriluta fyri samgonguni.

Tað kann gerast, um Sjálvstýrisflokkurin kemur við í samgongun og tryggjar atkvøðuna, sum samgongan ikki hevur frá Johan Dahl, sum ikki vil vera partur av samgonguni, so leingi Miðflokkurin er við í samgonguni.

Greitt er eisini, at Miðflokkurin hevur bakkað í málum um at geva samkyndum rættini. Nú merkir tað ikki longur, samgongan er fallin, um tingfólk atkvøða fyri rættindum til samkynd, so sum Miðflokkurin hevur sagt líka til 20. desember, tá trý samgongufólk atkvøddu fyri málinum hjá andstøðuni um sammøður.

Nýggi formaðuriní Sjálvstýrisflokkinum, Sámal Petur í Grund, hevur sagt, at skal Sjálvstýrisflokkurin við í samgonuna, so skal flokkurin hava ein landsstýrissess.

Og tann sessin kundi hann fingið frá Fólkaflokkinum, sum í løtuni hevur tveir landsstýrissessir í leysari luft. Løgmaður hevur sagt, at landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, ikki verða sett aftur í sessirnar í landsstýrinum. Tí kann hugsaast, at Fólkaflokkurin finnur eitt nýtt fólk, helst úr Klaksvík ella har á leiðini – og at Sjálvstýrisflokkurin fær hin.

Men hetta er politikkur, og tí kann tað eins væl enda við, at løgmaður eisini bakkar og setir tey bæði landsstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum aftur í størvini.

Kanska vit verða klókari eftir fundin seinnapartin – men kanska verður samgongukreppan nýggjárstrøll.