Tað verður innan næstu vikurnar, og ikki næstu dagarnar, sum løgmaður segði í sjónvarpinum í gjár, at løgmaður kemur til eina niðurstøðu. Tað ger løgmaður greitt seinnapartin.
Kaj Leo Johannesen hevur havt fund við tingmanningina hjá Sambandsflokkinum fyrrapartin. Niðurstøðan er, at tað liggur ikki fremst í huganum at skriva út nýval, sum Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, heitti á hann í gjár.
Fleiri gitingar hava verið í miðlunum í dag, hvat úrslitið av samgongutrætuni verður. Løgmaður ger greitt, at Fólkaflokkurin er framvegis í samgonguni, og samgongan er arbeiðsfør, meðan ósemjurnar verða viðgjørdar.
Um løgmaður bara vil gera av við gitingarnar og hava arbeiðsfrið, meðan samgongutrætan verður viðgjørd, fara næstu dagarnir ? ella vikurnar ? at vísa.