Samgonguflokkar: Traktatin fær onga ávirkan

Hvørki Javnaðar- ella Sambandsflokkurin missa svøvnin av ES traktatini

Tað nervar ikki teir báðir samgonguflokkarnar Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin nakað stórvegis, at danir í heyst møguliga fara at siga ja til ES traktat-ina ella eina stjórnarskipanarlóg.
Báðir flokkar eru nevniliga á einum máli um, at tað onga ávirkan fær fyri Føroyar, um danir siga ja.
? Tað er tað reina tvætl, at siga danir ja til ES traktatina, so fer tað at ávirka okkum, sigur Kristian Magnussen, formaður fyri tingbólkin hjá Javnaðar-flokkinum.
? Tað fær onga beinleiðis ávirkan, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokk-inum.
Hvørgin teirra heldur tað vera neyðugt beinleiðis at fyrireika seg stórvegis til fólkaatkvøðuna.
Fjas
Kristian Magnussen velur ikki tað blíðastu orðini, tá vit hitta hann uttan fyri tingsalin til eitt prát um ávirkanina av einari ES traktat í Føroyum.
Kristian Magnussen hava vit í øllum førum kunnað kallað ES skeptikara, men hann er vorðin munandi meira heitur fyri ES, síðani ES Traktatin kom upp á tungu.
? Nú verður ES gjørt til tað stóra dýrið - tann stóra syndaran. ES traktatin er í roynd og veru ein demokratisering av ES, sigur Kristian Magnussen.
Hann vísir á, at ES Traktatin ásetur nakrar greiðar avtalur um, hvussu ES skal skipast, og tað er stórur fyrimunur fyri ES.
? Áður hevur ES verið eitt stórt umsitingarveldi, men nú tykist vend at vera komin í, og serliga støðan hjá parlamentinum styrkist, sigur Kristian Magnussen.
Ein ES traktak vil bera við sær broytingar av ymsum slag, men hetta er einki at óttast og vil henda so hvørt, heldur Kristian Magnussen.
Heldur ikki avtøkan av eitt nú gjaldoyra fyrivarninum, sum vil bera við sær, at evran verður gjaldoyra í Danmark, nervar Kristian Magnussen.
? Føroyingar eru praktiskir. Tað hevur ongan týdning, hvat gjaldoyra er, so leingi tað hevur eitt virði, sigur Kristian Magnussen.
Setir hol á kjakið
Kaj Leo Johannesen er sum sagt samdur við samgongufelagnum í, at tað ikki fær nakra stórvegis ávirkan á føroyska samfelagið. Ì øllum førum ikki her og nú.
? ES Traktatin vil savna træðrirnar innanhýsis í ES. Tað er meira ein formalisering av viðurskiftum, sum samstarva hevur verið um í nógv ár, sigur Kaj Leo Johannesen.
Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at tað hetta væl kann gerast startskotið til, at føroyinga í størri mun fara at taka ES spurningin upp á tungu.
? Hetta fer vónandi at skunda undir kjakið í Føroyum. Tað er harðliga tørvur á, at vit skapa eitt kjak um ES í Føroyum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Formaðurin í Sambandsflokkin leggur stóran dent á, at hetta prátið ikki skal setast í samband við spurningin um limaskap.
? Sambandsflokkurin ynskir ikki limaskap í ES her og nú. Tað kemur ikki upp á tal. Vit mugu tó tora at tosa um evnið, sigur Kaj Leo Johannesen.