Hóast samgonguflokkarnir í vikuni kundu semjast um eitt svar til nevndina í Framtaksgrunninum, sum fyri trimum vikum síðan spurdi seg fyri um politiska hugburðin hjá samgonguni í sambandi við privatiseringsætlanirnar hjá grunninum, so eru samgonguflokkarnir alt annað enn samdir um hvussu og nær ein privatisering av Fiskavirking og Fiskasøluni eigur at fara fram.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Heini O. Heinesen, løgtingsumboð Tjóðveldisfloksins og næstformaður í vinnunevndini, sigur, at Tjóðveldisflokkurin sær helst, at Fiskavirking sleppur at halda fram sum fyritøka undir Framtaksgrunninum. Við øðrum orðum eiga allar ætlanir um at privatisera Fiskavirking, sambært politisku sjónarmiðum Tjóðveldisfloksins, at leggjast á ís.<o:p></o:p>
- Tað hevur tikið Fiskavirking tíggju ár at byggja eina góða og burðardygga fyritøku upp, so hví ikki lata hana fáa frið at vísa hvør dugur er í henni, spyr Heini O. Heinesen, sum ikki sær nakran trupulleika í, at ein partur av føroyska vinnulívinum er á almennum hondum.<o:p></o:p>
- Aðrastaðni í heiminum hevur tað roynst væl at hava almennar og hálvalmennar fyritøkur í vinnulívinum, so hví skuldi tað ikki gjørt ta her, spyr Heini O. Heinesen.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Viðtøkurnar siga privatisering<o:p></o:p>
Men størsti samgongufelagi Tjóðveldisfloksins, Fólkaflokkurin, hevur eina heilt aðra hugsan. Bæði løgmaður og vinnumálaráðharrin hava fleiri ferðir givið til kennar, at eftir teirra tykki eigur ein privatisering av Fiskavirking at fara fram skjótast gjørligt.<o:p></o:p>
Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, segði í grein í blaðnum í gjár, at útskiftingin av nevndini í Framtaksgrunninum í vár varð grundað á, at gamla nevndin ikki vildi virka eftir viðtøkunum fyri grunnin, sum sambært tulkingingini hjá vinnumálaráðharranum ongan iva lata vera um, at fyritøkur, sum Framtaksgrunnurin eigur, skulu seljast, tá tær eru rakstrardyggar. <o:p></o:p>
Bjarni Djurholm segði seg ikki hava annað val enn at seta onnur fólk í nevndina fyri Framtaksgrunnin, sum vildu virka eftir viðtøkunum. Um ikki hann gjørdi hetta, máttu viðtøkurnar broytast, segði vinnumálaráðharrin í blaðnum í gjár.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Ósemja um mannagongd<o:p></o:p>
Orsøkin til at næstformaðurin í Vinnunevndini, Heini O. Heinesen nú dregur eitt sindur í land aftur, eftir at hava verið við til at fest eina orðing í samgonguskjalið um at farast skal undir at privatisera vinnuligu fyritøkurnar hjá landinum, tá ein partabrævamarknaður er settur á stovn, er at samgonguflokkarnir eru so ósamdir um hvussu ein privatisering skal fara fram.<o:p></o:p>
- Tað sær út til, at fyri fólkafloksmenn snýr privatisering av Fiskavirking seg fyrst og fremst um at fáa fatur á gullinum. Men at drepa eina hønu, sum verpir gullegg, er ikki nøkur góð loysn. Nú tað sær út til at Fólkaflokkurin hevur hug at fáa Fiskavirking selt í smáum bitum er vandi fyri, at tað, sum higartil hevur riggað væl, fer at detta niðurfyri. Tí halda vit, at privatisering av Fiskavirking eigur at bíða, nú samgonguflokkarnir eru so ósamdir um, hvussu ein privatisering eigur at fara fram, sigur Heini O. Heinesen, sum ikki vil siga, hvussu leingi privatiseringin av Fiskavirking eigur at leggjast á ís, men ikki heldur tað vera nakað mál í sær sjálvum at privatisera innan hetta valskeiðið er farið. <o:p></o:p>
- Tað er ikki sjónarmiðið hjá Tjóðveldisflokkinum, at tað privata altíð riggar betur enn tað almenna. Hví ikki lata Fiskavirking fáa arbeiðsfrið, nú tað er farið at ganga væl hjá fyritøkuni, spyr Heini O. Heinsen, næstformaður í Vinnunevndini.<o:p></o:p>
Tað er nevndin í Framtaksgrunnurin sjálv, sum avger nær og til hvønn hon selur ognirnar hjá grunninum. Men nevndin í Framtaksgrunninum hevur biðið vinnumálarðaharran um politisk signalir, sum hon eftir øllum at døma vil brúka sum part av grundarlagnum fyri virksemi sínum.<o:p></o:p>