Samgongan virðir ikki grundhugsanina í fiskidagaskipanini

Tíðindaskriv

Felagið Línuskip

Felagið Trolbátar

Føroya Fiskimannafelag

Meginfelag Útróðrarmanna

Skipara og Navigatørfelag

Maskinmeistarafelagið

 

 

Tað, sum feløgini upplivdu á Føroya Løgtingi í gjár, var einki minni enn ein brotsgerð móti fikivinnuni og landinum sum heild.

 

Tað sást greitt, at samgongan ikki sær álvaran í hesum tiltøkum

 

Við at góðkenna eina 20% skerjing í fiskidøgum komandi fiskiár, lóggav Løgtingið okkum inn í eina kreppu. Henda kreppa kemur at hava tað við sær, at fleiri skip og bátar fara av knóranum. Sjómenninir og teirra familjur fara at kenna sviðan av hesari avgerð við fylgjandi arbeiðisloysi og húsagangum.

 

Tað er eyðsýnt, at samgongan virðir ikki grundhugsanina í fiskidagaskipanini við at skerja fiskidagarnar við atliti til støðuna í toskastovninum. Veiðiorkan er einasta grundgevingin, ið kann nýtast at skerja dagar. Fiskidagatalið er ikki rætta amboðið at røkja ávísar stovnar.

 

Tað undrar feløgini, tá ið hugsað verður um versnandi fíggjarútlit í heiminum, at samgongan glaðbeint fylgir ráðgeving, ið byggir á fiskifrøðiligar teoriir, sum hava víst seg at vera miseydnaðar í londunum runt okkum.

 

Vinnan metir ikki, at tann lívfrøðiliga ráðgevingin er nóg álítandi til at verða nýtt sum amboð til at jarðleggja vinnuna.

 

Tann nýggi politiski veruleikin er tann, at teir flokkar, sum lýsa seg at vera "verkamanna og fiskimannaflokkar" hava fullkomiliga skift ham og gera nú sítt ítarsta at oyðileggja okkara fiskidagaskipan og tey fólk, ið eru knýtt at henni.

 

Tað kann ikki góðtakast, at samgongan á hendan hátt spælir sær við okkara høvuðsvinnu.