Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sigur, at uppskotið hjá Landsstýrinum um útlendska arbeiðsmegi er ov avmarkandi. Uppskotið hjá samgonguni um at gera atgongdina til útlendska arbeiðsmegi smidligari, er onki vert.
Tað hevur hann greitt fólkatinginum frá.
Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.
Uppskotið hevur akkurát verið til viðgerðar í Fólkatinginum. Talan er um danskt málsøki og tí hevur landsstýrið heitt á danska integratiónsmálaráðharran um at leggja uppskotið fyri Fòlkatingið til viðgerðar og tað er nú gjørt gjørt.
Undir viðgerðini í Fólkatinginum, vísti Edmund Joensen teimum donsku politikarunum á, at lógaruppskotið er ov avmarkandi.
Hann sigur, at trupulleikin við uppskotinum er, at smidliga atgongdin til útlendska arbeiðsmegi heldur uppat longu, tá arbeiðsloysið í Føroyum fer upp um 3,5 prosent, tí tá skal tað ikki longur bera til at fáa útlendingar hendavegin
Eitt arbeiðsloysið upp á 3,5% er onki arbeiðsloysi, og tí skapar uppskotið hjá landsstýrinum lítlan og ongan bata, sigur Edmund Joensen í tíðindaskrivi.
- Við øðrum orðum leggur landsstýrið framvegis upp til, at landið skal verða stongt fyri útlendskari arbeiðsmegi, hóast hetta er ein trupulleiki hjá føroyskum vinnufyritøkum.
Tí mælir hann til, at broytingar verða gjørdar.
- Heldur enn at hyggja eftir arbeiðsloysinum sum heild, eigur at verða hugt at, hvussu støðan er í teimum einstøku vinnugreinunum.
Hann sigur, at er tørvur á fólki í fiskivinnuni, má vinnan hava smidliga atgongd til útlendska arbeiðsmegi, hóast arbeiðsloysið sum heild er meiri enn 3,5 prosent, sigur hann.
Annars skal málið eisini viðgerast í Løgtinginum týsdagin.