Samgongan tekur ikki undir við at lækka koyripengarnir og ferðagjaldið hjá politikarum.
Tað er greitt nú fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at lækka koyripengar og ferðaendurgjaldið so at tað samsvarar við veruligu útreiðslurnar av at ferðast.
Men umboðini hjá samgonguni í fíggjarnevndini mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotini.
Samgongan heldur ikki tað vera rætt, at Løgtingið av sínum eintingum broytir samsýning landsstýrismanna, tá Løgtingi við lóg hevur ásett, hvør mannagongd skal nýtast, tá ið tær skulu broytast.
Samgongan sigur, at verða lønirnar hjá løgtingslimum samanbornar við okkara grannalond, eru teir ikki væl løntir.
Ein løgtingslimur í Føroyum forvinnur 35.459 krónur um mánaðin, uttan nakað ískoyti, ein fólkatingslimur í Danmark forvinnur 49.409 krónur, ein stórtingslimur í Noregi forvinnur 64.583 krónur, ein grønlendskur landstingslimur forvinnur 37.385 krónur og ein íslendskur altingslimur forvinnur 29.500 krónur.
Meirilutin sigur, at tað liggur hjá formansskapinum í løgtinginum og hjá eini serligari nevnd, sum løgmaður velur, at gera uppskot til broytingar og Løgtingið eigur ikki at taka hetta úr hondunum á formansskapinum og løgmansnevndini.
Andstøðan tekur undir við málinum, tí sagt verður, at skattafríu ágóðarnir, politikararnir fáa, eru hægri enn verurligu útreiðslurnar og at hetta er ein ágóði, vanligi borgarin ikki hevur.