Samgongan viðger bann fyri at drepa grind

Løgmaður heldur, at nýggja tilmæli um at gevast at eta grind, má takast í álvara og nú fer samgongan at viðgera støðuna

- Nýggja tilmæli um at halda uppat at eta grind yvirhøvur, má takast í álvara.

Tað heldur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.

Hann vísir á, at hetta tilmælið kemur frá okkara fremsta læknafrøðiliga serkunnleika og tí er hetta eitt áhugavert tilmæli, sum politiski myndugleikin ikki kann lata vera við at taka í álvara.

Hann sigur, at helst fer hetta at broyta okkara matmentan, men hann vil ikki siga nakað sum helst, um hvørjar avleiðingar hetta fer at fáa.

- Kanska verður avleiðingin at tað verður bannað at drepa grind og kanska er hetta eitt høvi hjá okkum at endurskoða okkara aldargomlu matmentan, leggur hann afturat

Hann sigur, at hann fer nú at taka málið upp til politiska viðgerð í samgonguni, men hann hevur onki boð upp á, hvat úrslitið av hesi viðgerðini verður og hann vil heldur ikki siga, hvørja støðu, hann sjálvur hevur. 

Les eisini greinina. Mugu nú gevast at eta grind