Longsulin eftir varandi friði, samkensla við Ariel Sharon og óttin fyri tí broytingum gera, at Kadima-flokkurin hjá Ehud Olmert, forsætisráðharra, fer at vinna ísraelska tjóðartingsvalið í dag. Valhølini lótu upp klokkan seks í morgun, og úrslitið kemur eina ferð í kvøld.
Er tann seinasta veljarakanningin eftirfarandi, fær Kadima 34 av teimum 120 sessunum í tinginum Knesset. Arbeiðaraflokkurin verður næststørstur við 21 umboðum, og tann gamli stjórnarflokkurin Likud fær 14 tinglimir. Tað er kortini ikki vist, at hann verður triðstørstur, tí ein høgrasinnaður flokkur kann sambært kanningini fáa 15 umboð á ting.
Eygleiðarar í Ísrael siga, at júst spurningurin um teir næstu flokkarnar er áhugaverdur, tí teirra úrslit er avgerandi fyri, hvussu tann komandi stjórnarsamgongan fer at síggja út, og hvønn politikk hon fer at reka. Sum er tykist ein samgonga ímillum Kadima og Arbeiðaraflokkin rættiliga sannlík, meðan sjónarmiðini hjá Likud er so nógv øðrvísi enn tey hjá hinum báðum, at flokkurin má haldast at hava sett seg uttanfyri, skrivar Reuter.
Tað endaliga stigið
Ehud Olmert hevur undir valstríðnum sagt, at Kadima fer at fullføra ætlanina um at niðurleggja fleiri jødiskar niðursetubygdir á Vestara Áarbakka, soleiðis at markið ímillum Ísrael og tað palestinska økið verður sum markið undan krígnum í 1967, men við nøkrum broytingum. Hesum tekur Arbeiðaraflokkurin undir við. Likud hevur harafturímóti sagt, at eingin niðursetubygd skal niðurleggjast, og at verandi mark skal ikki flytast ein tumma.
Sambært Olmert eigur Ísrael at taka tað, sum hann kallar tað endaliga stigið, og tað er líkt til, at hann fær undirtøku fyri tí báðu megin markið. Sambært einari meiningakanning, sum kom í gjár, halda 76 prosent av ísraelsmonnunum og 73 prosent av palestinunum, at Ísrael eigur at taka seg aftur á Vestara Áarbakka sum lið í einum varandi friði.
Útlitini fyri friði hava annars ikki verið tey bestu, síðani Hamas vann palestinska tjóðartingsvalið, men í gjár segði ein av Hamas-leiðarin, Ismail Haniyah, at Hamas er sinnað at virka fyri varandi friði við Ísrael, um ísraelsmenn sýna sama vilja. Spurningurin er bara, um hann tosar vegna allan Hamas-flokkin, tí sterkar kreftir í flokkinum hava lítlan hug at tingast við Ísrael, skrivar Dagsavisen.
Fleiri trupulleikar
Men trygdin er ikki tað einasta, sum ísraelsku veljararnir taka støðu til í dag. Vælferðin hevur verið nógv frammi í valstríðnum, og tað er ikki so løgið, tá hugsað verður um, at 20 prosent av fólkinum hava minni enn minstamarkið hjá ST at liva fyri. Ein annar trupulleiki er, at tað vísir seg at vera trupult hjá tilflytarum at fáa fótafesti í Ísrael, hóast landið alment bjóðar øllum jødum vælkomnum. Harafturat er nógv spart á ymsum almennum økjum so sum almannaøkinum, og hendan gongdin tykist hava gagnað Arbeiðaraflokkinum, sum hevur fingið størri og størri undirtøku í seinastuni.
Tá valhølini lótu upp, var framvegis ivi um 28 tingsessir, tí 20 prosent av veljarunum høvdu ikki avgjørt, hvar tey skuldu seta krossin. Sambært blaðnum Haaretz er sannlíkt, at teir flestu fara til Kadima og Arbeiðaraflokkin, tá saman um kemur.









