Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum

Eingin av samgonguflokkunum sigur seg taka undir við uppskotinum hjá Tjíðveldisflokkinum um at selja fiskiloyvi á uppboði. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur tað vera spentan upp á uppskotið, men metir, at avleiðingarnar kunnu vera miðsavning, og at pengarnir fáa mest at siga

POLITIKKUR

 
 
Í vikuskiftisblaðnum skrivaði Sosialurin, at Tjóðveldisflokkurin arbeiðir við einum uppskoti um nýggja fiskiveiðilóggávu. Tórbjørn Jacobsen, framsøgufólk í vinnumálum hjá Tjóðveldisflokkinum, segði, at enn var uppskotið ikki liðugt orðað, men at ætlanin er at gera eina liberala skipan, har fiskiloyvi verða seld á uppboðssølu.
Um Tjóðveldisflokkurin verður liðugur at orða upskotið fyri ólavsøku, verður tað væntandi lagt fyri Løgtingið, tá tingfólk kemur saman á ólavsøku.
Tjóðveldisflokkurin kann tó neyvan rokna við, at eitt tílíkt uppskot fær undirtøku í tinginum.
Sum Sosialurin skilir, er lítil áhugi í samgonguni at stuðla einum tílíkum uppskoti.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fyri Sambandsflokkin, sigur seg vera spentan upp á at síggja uppskotið og fegnast um, at Tjóðveldisflokkurin kemur við einum greiðum fiskivinnupolitikki, sum hann málber seg, tí heldur hann hevur vantað.
- Tjóðveldisflokkurin hevur brúkt nógva orku upp á at fýlst á, so tað er positivt, at tey koma við einum uppskoti, sigur Bjørn Kalsø.
 
Staðfesta ognarrættin
 
Landsstýrismaðurin undirstrikar, at tað sjálvandi er torført at gera viðmerkingar til eitt uppskot, sum hann ikki hevur sæð, og sum ikki er endaliga orðað. Men hann metir tað verða torført at broyta fiskivinnupolitikkin frá degi til dags.
Bjørn Kalsø metir, at tá privatir selja fiskiloyvi sínámillum, kann landið eisini selja.
- Tað er týdningarmikið, at fáa staðfest ognarrættin, men vinnan skal hava brúksrættin, sigur Bjørn Kalsø.
Hinvegin metir landsstýrismaðurin, at uppboðssøla kann føra til størri miðsavnan, tí sambært honum verður tað neyvan ein og hvør, sum fær møguleika at fáast við skip, um pengarnir fáa ein avgerandi leiklut.
Bjørn Kalsø fer sjálvur sum fiskimálaráðharri at leggja uppskot fram í hesi tingsetuni, sum inniber, at landið kann selja fiskiloyvi, men loyvi verða ikki tikin inn aftur, sigur hann. Væntandi verður uppskotið lagt fyri tingið í heyst.
Bjørn Kalsø undirstrikar sum nevnt, at hann ikki hevur sæð uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum, men heldur tað vera áhugavert at fáa eitt orðaskifti, sum hann tekur til. Hinvegin heldur hann, at radikalar broytingar mugu gerast líðandi.