Samgongan setti Nýtt Sjálstýri uppá pláss

Atkvøðugreiðslan uma t viðgera eitt tingmál uttan álit frá fíggjarnevndini fall

Eitt uppskot frá Nýggjum Sjálvstýri um grønar hitaskipanir hevur ligið í fíggjarnevndini í drúgva tíð.

 

Nýtt Sjálvstýri hevur mist tolið og vildi hava uppskotið til viðgerðar í tinginum, sjálvt um fíggjarnevndin ikki hevur skrivað álit.

 

Løgtingið atkvøddi um málið fyri løtu síðani, men tað vísti seg, at samgongan ikki vildi hava málið viðgjørt í dag, so tað liggur framvegis í fíggjarnevndini.

 

13 atkvøddu fyri at fáa tað til viðgerðar nú - 13 ímóti og tvær atkvøður vóru blankar.