- Hetta er til óbótaligan skaða fyri tað samhaldsfasta vælferðarsamfelagið.
Tað er niðurstøðan av fundinum í gjár ímillum andstøðuna í Løgtinginum og tey føroysku fakfeløgini.
Seinnapartin í gjár hittust at kalla øll fakfeløgini í landinum og andstøðan í løgtinginum til fundar at umrøða ætlanina hjá samgonguni at skatta pensjónir við inngjald.
Við á fundinum vóru eisini ungmannafeløgini hjá andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn.
- Vit vóru rættiliga fjølment á fundi og tilsamans umboðaðu fakfeløgini at kalla hvønn einasta løntakara í landinum, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum
- Á fundinum var greið semja um staðiliga at mæla frá at skatta eftirlønina við inngjaldi, sigur hon
Hon sigur, at umboðini fyri politisku flokkarnar í andstøðuni, ungmannafeløg teirra og allarflestu fakfeløgini taka eisini greiða frástøðu frá uppskotinum um flatskatt, sum samgongan hevur ætlanir um.
- Slík skattaskipan hevur við sær óbótaligan skaða fyri samhaldsfasta vælferðarsamfelagið Føroyar og økir óneyðuga um stættarmunin og trivnaðin í landinum, er niðurstøðan av fundinum.