Samgongan rekur føroyskar fiskimenn í land

Politikkurin hjá samgonguni fer at føra við sær, at føroysk manning verður koyrd av føroyskum skipum og ístaðin verður bílig útlendsk manning tikin umborð at manna skipini

Hetta staðfesta feløgini hjá at kalla øllum skipabólkum, umframt tey trý manningarfeløgini, í hvassorðaðum mótmæli, tey hava sent Løgtinginum í kvøld.

Tey vísa á, at nú farið verður at fiska makrel í ár, ætlar samgongan, at fiskifar undir føroyskum flaggi, har meira enn 20% av manningini eru útlendingar, skal rinda eitt manningargjald upp á eina krónu fyri kilo.

Samgongan sigur, at hetta er fyri at útjavna kappingarfyrimunin av at hava skip undir fremmandum flaggi og at hava útlendska manning.

- Hetta kann neyvan skiljast øðrvísi, enn at ætlanin er at geva fiskiskipum undir útlendskum flaggi loyvi til at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2012, og vilja vit undirritaðu feløg hvassliga mótmæla hesum, siga feløgini, ið eru Felagið Nótaskip, Felagið Flakatrolarar, Felagið Ídnaðarskip, Felagið Trolskip, Felagið Línuskip, P/F Brestir, P/F Vesturleiki, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið

- Tað er ríkiligt av fiskiorku í flotanum undir føroyskum flaggi, mannaður við føroyingum, til at kunna fiska ásettu makrelkvotuna í 2012.

- Tí eigur undir ongum umstøðum at verða givið fiskiloyvi til fiskifør undir útlendskum flaggi.

Feløgini siga, at í øðrum lagi verður lagt upp til, at tað, uttan avmarkingar, skal verða loyvt at manna skipini, ið fiska makrel, við útlendingum.

Útlendingar eru í hesum føri aðrir ríkisborgarar enn føroyingar, norðurlendingar og útlendingar við arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

- Hesum vilja vit somuleiðis hvassliga mótmæla. Útlendskir fiskimenn umborð á ávísum fiskiskipum undir føroyskum flaggi fáa eina hýru, sum bert er lítil partur av hýruni, sum føroyskir fiskimenn fáa eftir galdandi sáttmálum.

- Fyri undirritaðu reiðarí, ið higartil hava valt at mannað skipini við føroyingum, og higartil hava valt at virða avtalurnar á arbeiðsmarknaðinum, verður hetta kappingaravlaðandi.

- Hetta fer at seta ferð á gongdina, har skipaðu viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum innan fiskiflotan detta sundur.

Avleiðingin av hesum verður, at rættilig ferð fer at koma á gongdina við at koyra meginpartin av føroysku manningini í land og at taka bíliga útlendska arbeiðsmegi umboð.

- Hetta fer at vaksa um arbeiðsloysið í Føroyum, og hetta er ikki ein gongd, ið vit eiga at góðtaka, siga feløgini.

Savnsmynd