Skattalættin
Landstýri gevur skattalætta við at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, uttan eitt orð til kommunurnar.Kommunurnar fáa 30 mill minni í skatti og av hesum fær borgarin 40-50 kr. í skættalætta um mánaðin, sum ikki merkist í húsarhaldinum.
Um kommunurnar ikki mistu hesar inntøkur, kundi borgarin sæð og merkt nógv meira til hesar mistu inntøkurnar
At landstýri reypar av skattalætta sum onnur skulu gjalda, er at lumpa og villleiða palliba.
Eldraøkið
Kommunurnar hava yvirtikið barnaøkið, við at landi hevur yvirtikið ymiskar snøklar frá kommununum á pensións og eldraøkinum.
Nú ætlar samgongan aftur, at áleggja kommununum útreiðslur á eldraøkinum, tí hon vil ikki gjalda meira fyri hetta øki.
Tað er skuffandi at hoyra, at Javnaðarflokkurin sigur at teir skulu garantera, at landi skal gjalda líka nógv sum kommunurnar. Hvørjar kommunur hava ráð at byggja sambýlir, røktarheim og serdeildir til dement osv? Fyri at fíggja hesar byggingar og raksturin, má kommunuskatturin økjast munandi.
Eldraøkið er ein landsuppgáva, tí tað er so ymiskt hvussu nógv og hvar tørvur er á hesum økið, vónandi tekur Sambandsflokkurin undir við hesum.
Yvirtøkan av skipaeftirlitinum
Spyr smábátaeigarin um eitt ár, hvat hann skal gjalda fyri bátasýn, 2000 ella 5000 kr.?
Yvirtøkan av kirkjuni
Er kirkjufólki eftirspurt? Hví í allari víðu verð skal onkur í Tórshavn áseta kirkjuskattin, kláraðu kommunurnar tað ikki áðrenn?










