Samgongan krevur nú, at lønin hjá almennum starvsfólki skal lækka.
Tað varð staðfest á samráðingarfundi í morgun ímillum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið.
- Á fundinum fingu vit greitt, at vita, at nú samgongan ætlar at seta flatskatt í gildi, so at skatturin lækkar, eigur lønin eisini at lækka.
- Tað kom rættiliga óvart á okkum, at tey alment løntu nú skulu niður í løn fyri at fíggja flatskattaskipanina hjá samgonguni, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Men hann leggur dent á, at tey hava púra avgjørt víst hesum aftur, tí tað kemur ikki upp á tal at lønin skal lækka.
Hann undrast eisini á, at hendan samgongan hevur eina heilt aðra kós enn undanfarna samgongan.
- Vit høvdu onkrar fundir við undanfarna landsstýrismann í fíggjarmálum Aksel V. Hansen og hansara tilboð var, at lønin skuldi hækka 1,2% 1. oktober í ár og tað sama 1. oktober næsta ár, ella 2,4% tilsamans.
- Men tað vístu vit aftur, tí tað er ein ov lítil lønarhækking, sigur Páll Hansen.
- Men á fyrsta samráðingarfundinum við hesa nýggju samgonguna, verður so farið heilt í hina grøvina, tí nú verður kravt, at lønin skal lækka.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum staðfestir, at heldir samgongan fast við hetta kravið, ganga vit fram ímóti seta ófriðarligum tíðum.
Tað vildi verið løgið, um ikki øll fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið somu krøv frá samgonguni, men tað vil Selma Ellingsgaard hvørki vátta ella avsanna.