Samgongan komin við hjálparpakkanum

Í dag kom uppskotið frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, í Løgtingið

 

– Livikostnaðurin rýkur upp í løtuni, og tá er neyðugt hjá politisku skipanini at traðka í karakter og hjálpa teimum, ið trongja mest. 

Soleiðis skrivar Tjóðveldi á Facebook.

– Tí hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, í dag latið Løgtinginum uppskot um hjálparpakka fyri fíggjarliga sperd húski.

Hjálparpakkin skal hjálpa barnafamiljum, pensjónistum og øðrum, ið merkja prísvøksturin serliga væl. Hjálparpakkin inniheldur í høvuðsheitum:

– Eitt hjálparískoyti til fíggjarliga sperd húski á 12.000 krónur

– Familjuískoytið verður víðkað og upphæddin hækkar restina av árinum 

– Treytin um oljufýr, fyri at fáa stuðul, verður strikað

– Barnauppsparingar fara ikki at forða foreldrum at fáa lut í hjálparpakkanum

Nógv sita ótrúliga hart í tí, og vit vóna at hetta kann hjálpa og lætta um. Vit lovaðu áðrenn valið, at gera okkara ítarsta fyri at loysa gerandisdagin, og hetta er partur av loysnini.