Sunnudagin kunngjørdi spanski forsætisráðharrin, José Luis Rodriguez Zapatero, at teir 1.300 sponsku hermenninir í Irak verða tiknir úr landinum innan 15 dagar. Hann heldur sostatt lyftið, sum hann gav veljarunum upp undir tjóðartingsvalið í síðsta mánað.
Men Spania verður neyvan tað einasta landið, sum fer at taka sínar hermenn úr Irak. Portugal hevur boðað frá, at landið umhugsar at taka sínar hermenn haðani, og stjórnin í Kasakhstan hevur gjørt greitt, at hon fer ikki at senda aðrar hermenn til Irak, tá tann deildin, sum er har nú, verður tikin heim um stutta tíð. Eisini í Noregi eru røddir, sum mæla til, at teir norsku hermenninir skulu takast úr Irak.
Trygdarráðgevin hjá George W. Bush, forseta, Condoleezza Rice, segði um vikuskiftið, at amerikanska stjórnin er greið yvir, at ávísar broytingar fara at henda í Irak. Aðrar amerikanskar keldur siga, at amerikanska stjórnin er ørkymlað av sponsku avgerðini, tí hon avdúkar veikleikar í hernaðarligu samgonguni í Irak. Amerikanski umsitingarleiðarin í Irak, Paul Bremer, hevur eisini ávarað londini ímóti at taka sínar hermenn haðani.
- Tær seinastu vikurnar hava víst, at Irak hevur tørv á útlendskari hjálp, segði Paul Bremer sunnudagin.










