- Um samgongan er sinnað at vísa fair play og býta nevndirnar av nýggjum, so eru vit við upp á tað. Sum nú er tykist tó, at man ynskir at brúka nýggjar tulkingar fyri at tiltuska sær nevndarsessir og halda fast um meirilutan. Er tað demokratiskt, at tá Annika Olsen fer í farloyvi og Joen Magnus Rasmussen kemur á ting, at hann ongan nevndarsess fær?
Tað spyr Bárður Nielsen, næstformaður í Sambandsflokkinum og limur í løgtingsins fíggjarnevnd, nú tað er líkt til, at samgongan varðveitir formannin í fíggjarnevndini aftaná at Annika Olsen er farin í farloyvi, hóast tað er tingmaðurin fyri Fólkaflokkin, Joen Magnus Rasmussen, ið tekur sæti á tingi.
Tað er ikki bara handfaringin av formanssessinum í fíggjarnevndini, ið næstformaðurin í Sambandsflokkinum hevur hug at finnast at.
- Tá fyrra nevndarbýtið var, avgjørdi samgongan at rinda ein dýra prís fyri at fáa Nýtt Sjálvstýri við sær. Tá valdi man at seta tær demokratisku spælireglurnar og siðvenjuna til viks fyri at vinna nevndarformanssessirnar. Man sigur, at man ynskir breitt samstarv, men samstundis tiltuskar man sær vald.
- Tað gjørdi samgongan við at geva Nýtt Sjálvstýri formanssessin í Landsstýrismálanevndini og Útnorðurráðnum, umframt at man hevur bundið seg til at taka undir við einum lógaruppskoti hjá flokkinum. Samgongan hevur lovað nógv fyri at keypa makt, tí í einum vanligum býti hevði Nýtt Sjálvstýri ikki fingið nakran formanssess og einki av teirra lógaruppskotum hevði verið samtykt.
Bárður Nielsen endar samrøðuna við at leggja dent á, at um man ynskir at býta nevndarsessirnar av nýggjum, so er Sambandsflokkurin klárur.
- Vit eru klárir um so er, at samgongan ynskir at vísa í verki, at man meinar tað, tá man tosar um eitt breitt samstarv. Um teir ikki taka stig til eitt nýtt býti, so mugu vit bara gera tað sjálvi.