Annita á Fríðriksmørk
løgtingskvinna Tjóðveldisfloksins
???????????????????????????
Tey, sum hava inntøkur niðanfyri 200 túsund árliga koma ikki at merkja nakað til skattalættan, sum verður veittur frá 1. januar komandi ár. Samgongan hevur eina undirskrivaða avtalu um, at tey, við teimum lágu inntøkunumm ikki skulu upp í part á hesum sinni.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum upplýsti enn einaferð í tinginum undir viðgerð av løgmansrøðuni, at skattalættin kemur at raka soleiðis, at jú meira tú forvinnur, jú meira fert tú at fáa í lætta.
Tvey dømi hann m.a. vísti á, vóru tey, sum forvinna ávíkavist 170 túsund krónur, - sum er ein vanlig arbeiðsmannaløn, og so tey, sum forvinna 400 túsund krónur.
Munurin verður soleiðis, sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum:
?Ein inntøka á 170 túsund krónur árliga fer at fáa ein skattalætta á 1600 krónur árliga
?Ein inntøka á 400 túsund krónur árliga fer at fáa ein skattalætta á 30.000 kr
?Munurin á skattalættanum hesar báðar inntøkurnar fáa er sostatt 28.400,-krónur.
Andstøðutingfólk vísti aftur og aftur á, hvussu skeivt hetta rakar. Men tað var sum at tala fyri deyvum oyrum. Umboð fyri allar samgonguflokkarnar skiftust um at verja skattaavtaluna. Teir søgdu m.a., at tað bar ikki til at geva arbeiðaranum skattalætta, so leingi hann onki rindaði í skatti.
Eg veit ikki, um Før-oya Arbeiðarafelag hoyrdi orðaskifti, men soleiðis var sagt fleiri ferðir av samgongumonnum: "tað ber ikki til at geva arbeiðaranum skattalætta, so leingi hann onki rindar í skatti". Ikki bara er hetta ósatt, men so út av lagi niðursetandi fyri tað arbeiðandi fjøldina. Tí er tað nakar, sum fult út rindar tann skatt, teimum er álagt við progressivu skattaskipan okkara, so er tað tímalønti arbeiðarin og tey, sum liggja niðanfyri 200 túsund krónur. Øll vit, sum liggja omanfyri lat okkum siga 350 túsund krónur, hava hvør í sínum lagi fyrimunir, sum tímalønti arbeiðarin ongantíð sleppur nær námind av, men noyðist at rinda sjálvur. T.d fríar ferðir uttanlanda bíðiløn, 15 % í skattalætta, ferða- og kostpengar, fría fartelefon osfr. Ongin fær alt hatta, men útivið øll við høgum inntøkum fáa okkurt av hasum.
Skattalættin til lágar inntøkur uppetin í prísvøkstri
Tað, sum samgongan heldur ikki skilir, er, at táið skattalættin verður givin á 240 milliónir krónir, kemur hetta av sær sjálvum at merkja, at vit fáa ein prísvøkstur á vørum og tænastum. Tann, sum tá fær 30 túsund í skattalætta, fer uttan iva at kunna fíggja hendan prísvøkstur, uttan at merkja ein neyðug-an niðurskurð í dagligdegnum. Men hjá arbeiðaranum, sum fær ein skattalætta á 1600 krónur verður lættin uppetin í prísvøkstri, við tí avleiðing, at ein skerjing uttan iva kemur at merkja dagligdagin.
Alt hetta var víst á í tinginum undir viðgerð av røðu løgmans, men sjálvt partamenn løgmans í tinginum skiftust um at verja skattalættan til tey hægst løntu. Hetta undraði ikki okkum, sum kenna Javnaðar-flokkin, - men undrar vónandi tey, sum hava trúð tí, sum Javnaðarflokkurin sigur seg standa fyri.