Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður
------
Herfyri var Annika Olsen, landsstyriskvinna, frammi í miðlunum, við gleðitíðindum um at pensjonistar skuldu fáa eitt hægri útgjald. Hesi tíðindi eru ikki sonn. Veruleikin er ein skattahækking og minni av tøkum peningi, hjá fíggjarliga veikastu pensjonistum okkara.
Ein góður vinmaður hjá mær, sum er vorðin fólkapensjonistur, heitti á meg um at hjálpa sær við útrokningini av hansara støðu, tí hann fekk ikki roknistykkið hjá Anniku at samsvara við hansara egnu útrokningar. Nú eri eg ikki grannskoðari, men skjótt gjørdist greitt at hesin góði pensjonistur hevði fatur á rætta endanum og Annika Olsen hevði pella, ella pynta seg við vakrari fjaðrum, enn ráðiligt er.
Uppgerðin hjá hesum pensjonisti, sum er stakur og einans hevur almennu pensjónina at liva av, sær soleiðis út:
Áðrenn skattabroytingar Eftir skattabroytingar
Pensjón 3189 kr Pensjón 3189 kr
Skattur -523 kr Skattur -648 kr
Viðbót 4169 kr Viðbót 4169 kr
Íalt 6835 kr Íalt 6710 kr
Samhaldsfasti 2650 kr Samhaldsfasti 2770 kr
Skattur - 553 kr Skattur -585 kr
Íalt 2097 kr Íalt 2185 kr
Pensjón + samhaldsfasti 10008 kr 10128 kr
Skattur -1076 kr - 1233 kr
Íalt 8932 kr 8895 kr
Hyggja vit at endatølunum aftaná skatt, so er roknistykkið ikki til fyrimuns fyri pensjonistin. Niðurstøðan fyri teir pensjonistar sum einans hava fólkapensjón og samhaldsfasta at lívbjarga sær við er, eitt minus á 37 kr um mánaðin. Hettar tí at ein skattahækking á 157 kr um mánaðin, etur upp tær 120 kr, sum samhaldsfasti hækkar.
Tá er vert at leggja afturat at gjaldið til heilsutrygd hækkar 20 kr, so eitt mánaðarligt minus á 57 kr, er tað sum pensjonisturin hevur eftir tá sokallaði skattalættin er vorðin veruleiki. Tá eru hækkingin av egingjaldinum til heilvág ikki íroknað.
So fyri fyrstu ferð í eitt mannaminni, hevur ultrasamgongan við Anniku Olsen og fólkaflokkinum á odda, megnað at hækka skattin og lækka tøka peningin hjá pensjonistunum, og tað kann ikki metast sum nakað bragd. Uppaftur minni bragd, at royna at pynta seg við tí øvuðgta!