Samgongan fer ikki at hækka blokkstuðulin

Blokkstuðulin úr Danmark fer at standa í stað komandi fýra árini, eins og hann hevur gjørt seinastu fýra árini. Tað merkir, at vit fáa 641,8 milliónir krónur í árligum stuðuli úr Danmark – og at Sambandsflokkurin onga ætlan hevur um at blokkstuðulin skal hækka

Tað var fullveldissamgongan frá 1998 til 2004, sum minkaði blokkstuðulin við 330 milliónum krónum um árið. Hesum hevur Sambandsflokkurin verið sera hart ímóti, og tá borgarliga samgongan varð skipað eftir løgtingsvalið í 2011, var tað fyrsta hon gjørdi at senda Jørgen Niclasen niður til Danmarkar at fáa donsku stjórnina at hækka blokkin aftur til tað, hann hevði verið.

Men hann var vendur í hurðini. Føroyingar høvdu sjálvir biðið um at fingið blokkin lækkaðan, og harvið var tað. Men tað sum Jørgen Niclasen og Kaj Leo Holm Johannesen tá fingu burtur úr var, at blokkurin varð tiðnaður uppaftur. Tað vil siga, at tá blokkurin varð lækkaður á sinni, so varð samstundis biðið um, at hann ikki var prístalsreguleraður, soleiðis at hann stóð í stað – sama upphædd á hvørjum árið soleiðis, at hann í veruleikanum minkar við inflatiónini.

Tá samgongan í 2015 tók við, var blokkurin aftur fyrstur soleiðis, at hann stóð á sama tali hvørt ár.

Ávísur spenningur hevur veirð um, hvørt nýggja samgongan fer at biða um annaðhvørt at fáa hægri blokkstuðul ella í øllum førum, at blokkurin verður tiðnaður uppaftur.

Men tað verður hann ikki.

Tað sigur Jørgen Niclasen.

Einki er felt í samgonguskjalið hesum viðvíkjandi, og tí verður eingin broyting framd í blokkstuðulinum næstu fýra árini, hóast ein sambandsmaður situr sum løgmaður í Tinganes og ein annar sambandsmaður situr sum fólkatingsmaður á Christiansborg.

Tað, sum samgonguskjalið annars sigur um búskapar- og fíggjarpolitikkin hjá samgonguni er hetta:

 

»Føroyska samfelagið hevur stórar búskaparligar avbjóðingar, serliga tá hugsað verður um afturvendandi sveiggini í búskapinum frá okkara tilfeingisvinnum. Tí má stýrast við skili og fastari hond, so Føroyar koma væl ígjøgnum hesar avbjóðingar, uttan at vælferðin verður sett í vanda.

Langtíðarfíggjarætlanir, sum framtíðartryggja vælferðina, verða gjørdar bæði fyri rakstur og løgur.

Málið er ein sjálvberandi búskapur, har borgari og vinna hava frælsi og møguleikar at skipa egin viðurskifti og egna framtíð. Hetta skal gerast við góðum íverksetaraskipanum, har vinnan og myndugleikin skipa eitt vakstrarforum, ið skal tryggja framhaldandi búskaparvøkstur við eggjandi skatta- og avgjaldspolitikki.

Førdur verður ein varin og ábyrgdarfullur búskaparpolitikkur. Fyri at tálma búskaparsveiggjum er neyðugt at føra ein konjunkturjavnandi fíggjar- og búskaparpolitikk, har spart verður upp í góðum tíðum og spaðað til í verri tíðum.

 

Skatta- og avgjaldspolitikkur

Skattaskipanin verður broytt, so hon verður meira arbeiðs- og búskaparliga vakstrarfremjandi. Gjørd verður ein ætlan, sum stigvíst lækkar skattin á arbeiði næstu árini. Málið er, at lønin ikki verður etin upp av harðari skatting, men at tað altíð skal loysa seg at arbeiða.

Hetta er neyðugt fyri áhaldandi búskaparvøkstri og støðugum almennum tænastustøði.

Uttanlandsinntøka, ið ikki er skattskyldug í Føroyum, skal ongantíð roknast sum meira enn kr. 65.000, ið svarar til botnfrádráttin í landsskattinum.

Um rindað verður til eftirløn uttanlands, eigur hetta at verða mótroknað í kravdu eftirlønaruppsparingini í Føroyum.

Fyri at styrkja um arbeiðsútboðið og møguleikar hjá pensjónistum at arbeiða verður mótrokning fyri arbeiðsinntøku í pensjónini endurskoðað, so tað altíð loysir seg at arbeiða.

MVG-skipanin skal endurskoðast, so hon verður meira brúkara- og vinnuvinarlig.

Fyri at nøkta bústaðar- og hølistørvin á ymsum økjum í samfelagnum eiga møguleikarnir fyri endurskoðaðum reglum og nýggjum ognar- og fíggjarhættum at verða royndir. Málið er at tryggja fjølbroyttar bústaðarmøguleikar til allar føroyingar.«