Samgongan fekk sín vilja

Løgtingið hevur nú endaliga avgreitt eitt ógvuliga umstritt mál

Nú er tað greitt, at eisini hybridbilar fara at sleppa bíligari við avgjaldi til landskassan hesi næstu árini. Tað er úrslitið, nú Løgtingið hevur endaliga avgreitt eitt uppskot frá samgonguni um at elbilar sleppa undan, og hybridbilar, skulu sleppa bíligari í avgjaldi fyri at eggja fólk at fáa sær bilar, sum brúka grøna orku.

Hetta er ein skipan, sum hevur verið í gildið í fleiri ár, at elbilar sleppa undan avgjaldi og hendan samgongan er sinnað at halda fram við tí. Men nú vil samgongan eisini hava hybridbilar upp í og eisini gera teir partvís avgjaldsfríar. Bæði Umhvørvisstovan, Sev og sjálvur landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, eru ímóti t gera hybridbilar partvís avgjaldsfríar, tí tey siga, at tað hevur einki við grøna orku at gera.

Andstøðan royndi at fáa samgonguna at ganga frá ætlanini um hybridbilar og eisini fleiri tinglimir í samgonguni heru samdir í, at hybridbilar hoyra ikki heima í bólkinum yvir grønar bilar, teir søgdu tó, at teir fóru at vera trúgvir ímóti samgonguni  - og tískil varð uppskotið endaliga samtykt fyri eini løtu síðani.

Tað vóru 30 tinglimir til staðar, og 16 tinglimir í samgonguni atkvøddu fyri og 14 tinglimir í andstøðuni atkvøddu ímóti.

Hinir tríggir tinglimirnir, Jákup Mikkelsen, úr Fólkaflokkinum, Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, og Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, vóru ikki til staðar.