Samgongan fær koyrilin frá arbeiðsgevarum

Landsstýrið er óvanliga ódámligt í síni framferð

- Hetta er ein óvanliga hugmóðigur og ódámligur framferðarháttur hjá landsstýrinum.

 

Tað eru ikki bara pensjónistar, sum høgga í samgonguna, nú ætlanin er at skerja grundupphæddina í fólkapensjónini og at hækka gjaldið úr Samhaldsfasta ístaðin.

 

Eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag gevur samgonguni koyrilin og í eini viðmerking til ætlanina, sigur felagið, at tað, sum samgongan ger, fer helst at ávirka lønarsamráðingarnar, sum vera í vár.

 

Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at endamálið við samhaldsfasta var, at hann skuldi koma afturat fólkapensjónini, tí hon var ov lág. Hvørja ferð, gjaldið í Samhaldsfasta er hækkað, hevur endamálið verið at bøta um fíggjarviðurskiftini hjá pensjónistum.

 

- Men tað er ikki endamálið hesa ferð, tí nú ætlar landsstýrið, at fólkapensjónin skal lækka tilsvarandi.

 

Í lógini um Samhaldsfasta er tað eitt krav ein skal hava búð í Føroyum í 40 ár fyri at fáa fult gjald úr grunninum. Ætlanin hjá samgonguni fer sostatt at hava við sær, at nøkur fólk, sum annars hava rætt til fulla fólkapensjón, ikki fara at fáa tilsvarandi gjald úr Samhaldsfasta og sostatt verða tey verri fyri.

 

Arbeiðsgevarafelagið heldur, at einasta endamálið við ætlanini er at flyta pensjónsútreiðslur frá tí almenna yvir á arbeiðsgevarar og løntakarar.

 

Men felagið minnir á, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum taka sær av Samhaldsfasta, og tí undrast arbeiðsgevarar á, at landsstýrið ikki tekur atlit til hetta, og at stýrið fyri Samhaldsfasta als ikki verður tikið við uppá ráð.

 

- Harafturímóti verður gingið út frá, at stýrið “aktar” og hækkar útgjaldið og hetta er ein óvanliga hugmóðigur og ódámligur framferðarháttur hjá landsstýrinum.

 

- At stýrið er kunnað, er ikki nóg gott, tí tað verður lagt so hart trýst á stýrið, at tað í veruleikanum verður tikið av ræði, siga arbeiðsgevararnir.

 

Teir siga, at undir øllum umstøðum merkir hetta, at allir arbeiðsgevarar og næstan løntakarar fáa eina eyka rokning á 0,5 prosent av hvørja lønarkrónu og tað fer helst at ávirka tær samráðingar, sum liggja fyri framman á privata arbeiðsmarknaðinum í vár.