Samgongan fær av at vita

Veljarakanning Samgongan missir 10 % av atkvøðunum, 4 tingfólk og meirilutan á løgtingi í nýggjari veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Stóri taparin er Fólkaflokkurin, meðan stóru andstøðuflokkarnir vinna fýra tingfólk frá samgonguni

Veljararnir geva samgonguni við Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum ein so dyggan lúsing, sum tað sjáldan er sæð áður.

Samgongan hevur staðið fyri umstríddum broytingum í samfelagnum, og líkt er til, at veljarar í hópatali venda samgonguflokkunum baki.

Sambært nýggjari veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin 9 mánaðir eftir løgtingsvalið, høvdu samgonguflokkarnir mist næstan 10 prosent av atkvøðunum, um val var nú.

Avleiðingin av tí hevði verið, at samgongan hevði misti meirilutan, Fólkaflokkurin hevði misti trý tingfólk, og Sjálvstýrisflokkurin hevði rokið úr løgtinginum.

Stóru andstøðuflokkurin høvdu hinvegin vunnið heili 4 tingfólk, og Javnaðarflokkurin hevði verið størsti flokkur.


Fólkaflokkurin stóri taparin

Á løgtingsvalinum í oktober stóð Fólkaflokkurin seg væl og fekk 22,5 % av atkvøðunum og 8 tingfólk. Í veljarakanningunum síðani hevur tað støðugt gingið skeivan vegin hjá flokkinum, og hóast tað úr flokkinum altíð verður sagt, at Fólkaflokkurin stendur seg illa í veljarakanningum, so er nýggja veljarakanningin lítið hugaligur lesnaður hjá flokkinum. Tí samstundis sum tað upp í saman verður ført fram, at Jørgen Niclasen er sterki politikarin í samgonguni, hevur Fólkaflokkurin sambært veljarakanningini mist nógvar veljarar seinastu 9 mánaðirnir.

Undirtøkan hjá flokkinum er í kanningini bert 15,7 prosent, og tað kostar trý tingfólk.

Men Fólkaflokkurin hevur havt stór sveiggj í undirtøkuni í veljarakanningunum seinasta árið. Bert tveir mánaðir fyri valið, stóð Fólkaflokkurin til at fáa 15,9 prosent av atkvøðunum í einari veljarakanning, men buldraði so fram í aðrari veljarakanning upp undir valið og endaði við at fáa 22,5 prosent av atkvøðunum.

Vandringsmatrisan vísur eisini, at ein týðandi partur av missinum hjá Fólkaflokkinum í hesi kanning eru fólk, sum svara, at tey vita ikki, hvønn tey høvdu valt, um val var nú.


Sambandið gongur aftur

Sambandsflokkurin var stóri vinnarin av løgtingsvalinum í oktober. Flokkurin fekk heili 24,7 prosent av atkvøðunum og var um reppið at vinna 9. tingfólkið.

Í tveimum veljarakanningum síðani valið hevur Sambandsflokkurin hildið stand, hóast samgongan hevur verið fyri nógvum atfinningum.

Men í nýggju veljarakanningini fær Sambandsflokkurin ein undir vangan og missir 2,5 prosent av atkvøðunum. Flokkurni varðveitir tó síni 8 tingfólk.


Hvør sín veg

Pílarnir hjá teimum báðum smærru samgonguflokkunum peika hvør sín veg. Bæði Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava síðani løgtingsvalið kent sviðan av vánaligum veljarakanningunum, men meðan Miðflokkurin hesaferð fótar sær og gongur fram, stendur Sjálvsstýrisflokkurin til at missa sína umboðan í løgtinginum.

Óvissan við teimum smáu flokkunum er sjálvandi stór, men meðan Sjálvstýrisflokkurin støðugt stríðist fyri at verða innanfyri og omanfyri tinggáttuna, tykist Miðflokkurin at hava vent skeivu gongdini í undirtøkuni fyri flokkinum, sum tvær veljarakanningar frammanundan annars hava givið ábendingar um.


Vinnararnir

Hóast formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur fingið ákoyringar frá eitt nú fyrrverandi formanninum í flokkinum fyri, at hann hevur ikki verið nóg virkin og ágangandi sum andstøðupolitikkari, kann Aksel Johannesen fegnast stórliga um nýggju veljarakanningina.

Javnaðarflokkurin hevði, um val var nú, fingið eina framgongd upp á meira enn fimm prosent og hevði vunnið tvey tingfólk, so at flokkurin hevði sitið í átta sessum í tinginum.

Tjóðveldi hevur síðani løgtingsvalið havt støðuga framgongd í veljarakanningunum, og nú bragdar av álvara hjá flokkinum. Tjóðveldi fekk 6 tingfólk á valinum í oktober, men hevði fingið 8 fólk, um val var nú. Undirtøkan í prosentum var 18,3 á løgtingsvalinum, men er nú komin upp á 22,1 prosent.

Høgni Hoydal hevur seinastu mánaðirnar verið markantur og virkin sum andstøðupolitikari, og hetta hevur møguliga viðvirka til góða úrslitið í nýggju veljarakanningini.


Framsókn heldur stand

Nýggjasti flokkurin í løgtinginum, Framsókn, stendur til at varðveita síni tingfólk.

Í fyrstu veljarakanningini eftir løgtingsvalið, gekk flokkurin fram og vann ein tingsess afturat, men síðani er undirtøkan minkað aftur. Hinvegin er Framsókn aftur í hesari veljarakanningini í plus samanborið løgtingsvalið og stendur til at varðveita síni tvey tingfólk.



Veljarakanning – úrslit


Flokkur Kanning Val okt 2011 Munur

Fólkaflokkurin 15,7 22,5 - 6,8

Sambandsflokkurin 22,2 24,7 - 2,5

Javnaðarflokkurin 23,1 17,8 + 5,3

Sjálvstýrisflokkurin 2,9 4,2 - 1,3

Tjóðveldi 22,1 18,3 + 3,8

Miðflokkurin 7,2 6,3 + 0,9

Framsókn 6,8 6,2 + 0,6

Tal á veljarum í kanningini: 518

Gallup Føroyar



Veljarakanning – tingsessir


Flokkur Kanning Val okt 2011 Munur

Fólkaflokkurin 5 8 -3

Sambandsflokkurin 8 8 0

Javnaðarflokkurin 8 6 +2

Sjálvstýrisflokkurin 0 1 -1

Tjóðveldi 8 6 +2

Miðflokkurin 2 2 0

Framsókn 2 2 0

Gallup Føroyar