Samgongan er samd

Samgongan er nú samd um ein leist fram móti føroyskum fullveldi. Klokkan tvey fríggjanáttina skrivaðu leiðararnir fyri teir tríggir samgonguflokkarnar undir eina avtalu um eitt uppskot til samtyktar um at yvirtaka eftir føstum leisti



 

Einki lógaruppskot um bundnan sjálvstýrisleist kemur fyri løgtingið frá sitandi landsstýri.

Hetta er úrslitið av drúgvu telvingini millum teir tríggjar samgonguflokkarnar, ið hevur verið síðani løgmaður á samgongufundi fríggjadagin 23. februar boðaði hinum samgonguflokkunum frá, at hann ikki longur tók undir við, at fólkaatkvøða skuldi vera um eitt lógaruppskot um ein bundnan sjálvstýrisleist fram móti fullveldinum.


Kortini fastur leistur

Fríggjanáttina klokkan tvey skrivaðu Anfinn Kallsberg, Høgni Hoydal og Helena Dam á Neystabø undir eina avtalu um at leggja fyri tingið eitt uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið at fylgja einum føstum sjálvstýrisleisti.

Eitt slíkt uppskot er ikki bindandi, men áleggur kortini landsstýrinum eina ávísa skyldu, tá ein meiriluti í tinginum við uppskotinum heitir á landsstýrið at fremja eina ætlan.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, var longu liðugur við nýggja uppskotið í gjár, og varð tað tí eisini borið Løgtingsskrivstovuni í gjár. Innihaldið í uppskotinum er nærum tað sama, sum tað var í lógaruppskotinum, sum skuldi samtykkjast við fólkaatkvøðu 26. mai.

Nýggja semjan leggur upp til, at øll málsøki uttan ríkismál, skulu yvirtakast eftir einari fastari ætlan fram til 2012. Tá øll málsøki eru yvirtikin og ongar búskaparligar bindingar eru millum Føroyar og Danmark skal síðani fólkaatkvøða vera um føroyskt fullveldi.


Byrja beinan vegin

Samgongan miðar í nýggju semjuni eftir, at tað beinan vegin skal farast í gongd við at yvirtaka. Ætlanin er, at heili tíggju málsøki skulu vera yvirtikin longu áðrenn 1. januar 2002. Hesi málsøki eru fólkakirkjan, skúlamál, revsirættarmál, persónsrættarmál, húsfólkarættarmál, arvarættarmál, fíggjarrættarmál, havumhvørvisvernd, Íleggingargrunnurin fyri Føroyar og Vága Floghavn.

Løgverja, gjaldoyramál, peningamál, fíggingarvirksemi, sjóvinnumál, flogferðslumál, korlegging og fjarskiftismál skulu undir føroyskt málsræði innan 2006, og innan 2008 skulu tilbúgving og heilsumál vera yvirtikin.

Samgongan ætlar, at danska ríkisveitingin skal minkast burt stig fyri stig eftir einari fastari ætlan. Men longu 1. januar í 2002 skal blokkstuðulin minka 300 milliónir krónur, sum er ein triðjingur av blokkinum. Hesum er andstøðuleiðarin Jóannes Eidesgaard hart ímóti. Hann skýrir tað beinleiðis óseriøst. Men teir tríggir samguleiðararnir halda hetta vera ábyrgdarfult, tí føroyski búskapurin tolir tað væl.

Ætlanin er, at ein búskapargrunnur skal setast á stovn, sum skal tryggja ein sjálvberandi búskap.


Ásanna sjálvsavgerðarrættin

Ein av ósemjunum í samgongustríðnum, sum hevur leikað á seinastu tíðina, var, um løgtingið skuldi staðfesta, at Føroyar hava sjálvsavgerðarrætt. Eitt slíkt uppskot vildi Fólkaflokkurin ikki hava fyri tingið.

Men samgongan er nú vorðin samd um, at uppskotið til samtyktar skal byrja við, at løgtingið ásannar, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt. Tískil samtykkir løgtingið ikki sjálvsavgerðarrættin, men staðfestir hann sum eina sjálvfylgju.

Nýggi leisturin hjá samgonguni kemur helst fyri tingið einaferð í næstu viku.