Tá ongi argument eru, so ber altíð til at royna at seta kílar í samgonguna. Og tað er tað, sum andstøðan nú roynir av øllum alvi.
Tað staðfestur Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og framsøgumaður hjá flokkinum í fiskivinnumálum.
Hann sipar til, at fleiri løgtingslimir í andstøðuni hava endurtikið fleiri ferðir, at tað bara er Tjóðveldi í samgonguni, sum tekur undir við fiskivinnunýskipanini
– Tá ongi argument eru, so ber altíð til at royna at seta kílar í samgonguna, sigur Ingolf S. Olsen. Men hesum afturvísur hann, tí hann staðfestir, hon fiskivinnunýskipanin er samtkyt við 18 atkvøðum fyri. Umframt samgonguna atkvøddi eisini Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, fyri.
Hann vísir eisini á, at í løtuni arbeiðir ein arbeiðsbólkur undir Fiskimálaráðnum við at snikka umsitingarætlanir til og hann viðger eisini spurningin um kvotur og fiskidagar, tá tað um botnfiskiskapin ræður.
– Fyrr enn tað arbeiðið er liðugt, er ov tíðliga at leypa á leistum og antin kolldøma ella lovprísa øðrum ella hinum, sigur hann.
Men hann ásannar kortini, at kjak er um ávísir spurningar, serliga er kjak um ætlanina at fara frá skipanini, vit hava við fiskidøgum, til eina nýggja skipan við kvotum.
At tinglimir, eisini úr samgonguni, vísa á viðurskifti, sum kanska ikki virka júst eftir ætlan, tað er akkurát tað, sum hetta orðaskiftið er til. Tað er millum annað tí, at vit hava sett í lógina, at landsstýrismaðurin einaferð um árið skal koma í Løgtingið við einari frágreiðing um gongdina.
– Og tað eru viðurskifti, sum treingja til ábøtur og tað eru tættir, sum vit mugu endurskoða og framhaldandi mugu kjakast um. Men var tað ikki so, var ikki talan um eina dynamiska skipan, sigur framsøgumaðurin hjá Tjóðveldi.
Sjálvur ivast eisini í onkrum, og eitt er um tað er rætt at fara til eina kvotuskipan, men Tjóðveldi kann saktans viðgera tann spurningin.
– Eg skilji atfinningarnar, og eg kenni eisini vandan. Men eg veit ikki, um eg eri sannførdur um, at fiskidagarnir eru tað stóra vælsignilsið samanborið við kvotur, sigur hann.
Og tað eru nógvir aðrir tættir, sum skulu fáast upp á pláss, tí tað tekur tíð at seta allar fyriskipanir í verk í einum so rúgvismiklum lógarverki
Trýst HER og les meiri um, hvat framsøgumaðurin hjá Tjóðveldi heldur um fiskivinnunýskipanina, sum hon liggur beint nú.