Samferðslan steðgaði tunnilsfundi

Avlýsingar í siglingini um skopunarfjørð tarnaðu ætlaða tunnilsfundinum í dag

 

 

Hetta var annars dagurin, har greiða skuldi fáast einum felags leisti fyri tunnilsmálið, men tá sandoyartingmenninir ikki sluppu av oynni fyri veðri, varð fundurin av ongum.

 

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, er nú tann, sum varðar av tunnilsmálinum, og hann vónar, at tað fer at bera til at halda tunnilsfundin í morgin.