Samfelagsfrøði inn í Fólkaskúlan

Næmingarnir í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum skulu hereftir eisini hava undirvísing í samfelagsfrøði.

Tað heldur Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum.

Og nú hevur hon lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta fólkaskúlalógina soleiðis, at allir næmingar í 9. flokki fáa frálæru í samfelagsfrøði.

Eitt endamáli við skúlanum er at "búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði”, sum tað so hábærsliga stendur í lógini.

- Tað tykist løgið, at fólkaskúlin kann búgva næmingin nóg væl til at liva og virka í einum fólkaræðisligum samfelag, uttan at næmingurin fær frálæru í samfelagsfrøði, heldur Eyðgunn Samuelsen.

- Í? dag er støðan tann, at okkara ungdómur ikki fær kunnleika til lærugreinina samfelagsfrøði fyrr enn á miðnámsskúla.

- Hetta merkir, at ein kann enda 9. flokk uttan at hava fingið ein einasta tíma undirvísing um samfelagið.

- Og fyri tey, sum ikki fara víðari í skúlaverkinum, merkir tað, at tey ikki fáa undirvísing um samfelagsviðurskifti yvirhøvur, sigur tingkvinnan, sigur hon

- Í framhaldsdeild fólkaskúlans eru næmingarnir komnir til ein aldur, har nógv av teimum hava áhuga í politikki og at menna síni politisku sjónarmið, og tí er tað alneyðugt at læra um samfelagið, leggur hon afturat.