Samfelagið hevur fingið ein hvøkk

Nýggjastu føroysku innflutningstølini eru meira ein ábending um mistreysti enn um kreppu og fátækradømi, heldur stjórin á Hagstovuni. Føroyski innflutningurin minkaði við næstan einari milliard krónum fyrstu 7 mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør.

Tað er serliga vinnulívið, sum innflytur minni tilfar til framleiðsluna, meðan tað sum fer til húsarhaldsnýtslu ikki er minkað eins nógv.

- Hetta er ein stór minking, men vit hava áður sæð, at tølini í Føroyum kunnu ganga skjótt hvønn vegin, sigur Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovu Føroya.

- Tølini eru meira ein ábending um mistreysti enn um kreppu og fátækradømi. Men tað er greitt, at samfelagið hevur fingið ein hvøkk og er partvís steðga upp, sigur hann.

Hermann Oskarsson heldur ikki, at neyðugt er at stúra meira enn neyðugt.

- Hetta er ein natúrlig reaktión eftir fíggjarkreppuna, og vit vita, at tølini kunnu ganga skjótt uppeftir aftur. Nú bíða vit bara eftir, at tað fer at venda, sigur hann.