Samdust um at halda seg til tilmælið frá serkunnleikanum

Nú er semja um fiskiskapin eftir svartkjafti og Norðhavssild

Hesa vikuna hava londini, sum verða kallað strandarlond, samráðst um, hvussu fiskiskapurin eftir svartkjafti og Norðhavssild skal vera næsta ár.

Landsstýrið sigur á heimasíðuni, at semjurnar vórðu undirskrivaðar í dag, og tey, sum hava verið við í samráðingunum eru Føroyar, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

Samráðingarnar um norðhavssild fóru fram undir føroyskum formansskapi, og í hesum sambandi samdust strandarlondini um eina mest loyvdu veiðu næsta ár upp á 525.594 tons, og tað er í samsvari við tilmælið hjá ICES, sum er ráðgevandi stovnurin á økinum.

Í svartkjaftinum samdust strandarlondini um eina mest loyvdu veiðu næsta ár upp á 1.161.615 tons og eisini tað er eftir tilmælinum frá ICES

Á myndini eru tey, frá vinstru, Anna Shulaeva, russiskur samráðingarleiðari, Vidar Landmark, norskur samráðingarleiðari, Herluf Sigvaldsson, formaður og føroyskur samráðingarleiðari, Kristján Freyr Helgason, íslendskur samráðingarleiðari og Fabrizio Donatella, ES samráðingarleiðari