Samdust ikki um høvuðsmál

Samgongan og Sambandsflokkurin eru samd um tað allarmesta, men onkur høvuðsmál skilja partarnar

 Vit eru samd um tað allarmesta, men tað eydnaðist ikki at semjast um nøkur av høvuðsmálunum.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at tað er fyrst og spurningurin um at selja fisk á uppboði, sum ger, at tey ikki vilja ganga saman við samgonguni um eina nýggja fiskivinnuskipan.

 

Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr Bárð á Steig Nielsen greiða frá ósemjuni við samgonguna um politiska høvuðsmálið hjá samgonguni.