Ein hátrýstryggur yvir Føroyum viknar og brúgvaløg nærkast vestanífrá. Eitt látrýst við Ísland flytir seg í sein landsynning móti Skotlandi. Seinni um vikuna vil kaldari luft koma úr landnyrðingi og norði. Eftir vikuskiftið nærkast nýggj brúgvaløg og heitari luft.
Veðrið í dag: Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5-10 m/s. Seinni út á dagin vendir hann í ein eystan og landnyrðing. Vindurin veksur upp í eitt andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s.
Tað verður yvirskíggja og regn av og á. Hitin alt døgnið fer at liggja millum fýra og átta stig.