Uppfatanirnar hjá teimum ymisku floksskrivarunum eru ymiskar, tá tað snýr seg um nógv umrødda stílin hjá Øssuri Winthereig og framførsluna hjá umboðum teirra í valsendingunum hjá Sjónvarp Føroya herfyri. Onkur heldur, at Øssur Winthereig als ikki fór illa við teirra nýggju, óroyndu valevnum. Onkur heldur, at tað ikki kann vera meiningin, at summi umboð vóru bebbarædd í sjónvarpinum. Og onkur heldur, at teirra umboð kláraðu seg fínt og vóru væl fyrireika.
Lagaligur vertur
Svein Askildsen, floksskrivari Miðfloksins, er ikki samdur við teimum, sum siga, at Øssur Winthereig fór illa við teimum nýggju, óroyndu valevnunum.
- Sjónvarpsverturin var lagaligur móti teimum nýggju, óroyndu valevnunum. Hann gav teimum ein møguleika. Tað er rætt, at hann var harður móti summum, men tað snúði seg meira um tey royndu, garvaðu valevnini. Og tað er í lagi. Tað eiga tey at tola, leggur Svein Askildsen afturat.
Dámdu ikki stílin
Floksskrivari Tjóðveldisfloksins, Áki Andreasen, er ein teirra, sum heldur, at Øssur Winthereig var alt ov harður við valevnini.
- Hatta var ein sjáldsamur stílur. Vit eru ikki glaðir fyri hann. Tað gekk ov skjótt. Fólk fingu ikki møguleika at svara. Vit vóru ovfarnir. Vit høvdu ikki væntað, at fólk fóru at vera bebbarædd á skíggjanum. Tað kann ikki vera meiningin, sigur Áki Andreasen.
Áki Andreasen heldur annars, at hatta er rák, sum mann ikki kann seta seg ordiliga upp ímóti. Sjónvarp Føroya roynir at gera tað so undirhaldandi og áhugavert sum gjørligt, og tað skulu teir eisini hava loyvi til, men onkuntíð má mann tala at eisini.
- Sjónvarp Føroya má hava loyvi til at gera tað so undirhaldandi og áhugavert sum gjørligt. Fólk mugu jú ikki gerast troytt av politikki og politikkarum, men hinvegin er neyðugt at tala at, tá tað fer út á eitt síðuspor, sum tað gjørdi í hesum føri, greiðir Áki Andreasen frá.
Fín framførsla
Steintór Jacobsen, ein av tveimum floksskrivarum Fólkafloksins, skilir ikki ordiliga tosið um, at valevnini kláraðu seg illa. Í hvussu so er ikki, tá tað snýr seg um Fólkafloksins umboð.
- Okkara umboð kláraðu seg heilt væl. Tey vóru væl fyrireikað, og svaraðu kontant og konkret uppá spurningarnar. Meira er ikki at siga um hasar sendingarnar, sigur hann við Sosialin.
Valevni klár
Uttan at seta nøvn á, skilir floksskrivari Sambandsfloksins, Helgi Abrahamsen, væl trupulleikan í, at summar framførslur ikki vóru av teimum bestu. Hann sigur, at orsøkirnar liggja í, at konseptið í sendingunum var bygt rundan um tey einstøku valdømini, og at valið bleiv útskrivað í úrtíð, og tískil var tíðin til at fyrireika vallistan knøpp.
- Konseptið í sendingini snúði seg millum annað um lokalpolitik. Í summum valdømum sleppa einans fýra fólk á vallistan, og av teimum skulu tvey í sjónvarpið. Tá er tað trupult at finna tvey, sum eru von við og duga at føra seg fram í hesum miðli. Vit kundu sjálvandi havt fyrireikað tey til tað, men tíðin var so sera knøpp, vísir Helgi Abrahamsen á.
Spurdur um, hví flokkarnir ikki hava valevni klár, hóast val ikki er, soleiðis at flokkarnir sleppa undan at fara at leita eftir valevnum, hvørja ferð val verða útskrivað í úrtíð, sigur hann, at tað hevur hann hugsað um, og tað er nakað tey í flokkinum áttu at arbeitt við framyvir.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á floksskrivara Javnaðarfloksins og Sjálvsstýrisfloksins, áðrenn blaðið fór til prentingar.