POLITIKKUR
Tað kundi valla verið betri lagt til rættist; ein fyrispurningur um kirkjuni, nú málið er vorðið størsta málið her á landi.
Lisbeth L. Petersen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, setti fram fyrispurning til Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinnu, um yvirtøkuna av kirkjuni.
Fyrispurningurin frá Lisbeth L. Petersen var soljóðandi: Verður álitið um fólkakirkjuna, sum varð handað landsstýrismanninum í mentamálum seinasta heyst, lagt fyri Løgtingið til viðgerðar?
Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til, at allir avvarðandi myndugleikar verða tiknir við í arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av fólkakirkjuni?
Lisbeth L. Petersen vísti á, at tað í samgonguskjalinum stendur skrivað, at allir yvirtøka skuldi fremjast í samstarvi við allar partar. Hon segði, at Sambandsflokkurin ikki hevði nakað ímóti at yvirtaka fólkakirkjuna, tá vit(føroyska heimastýri) vóru klár til tað.
Annlist Bjarkhamar vísti í sínum svari á, at arbeitt hevur verið við yvirtøkuni av fólkakirkjuni í longri tíð.
? Mentamálráðið fekk handað álit um yvirtøku av fólkakirkjuni frá arbeiðsbólki 23. august 2001. Álitið var sent til viðkomandi áhugabólkar. Fleiri viðmerkingar vóru til álitið, men í høvuðsheitum var talan um tríggjar, nevniliga bygnaðin, fíggingina og ynski kirkjumyndugleikanna í fyrireikingunum í smb. við yvirtøkuna. Álitið og viðmerkingar í smb. við hoyringina er viðgjørt í Mentamálaráðnum. Landsstýrismaðurin hevur avgjørt ikki beinleiðis at seta álitið (lógaruppskotið) í verk, men heldur at nýta partar úr álitinum og gera neyðugar tillagingar, sum komu fram í smb. við hoyringina. Hetta verður gjørt í samráð við teir partar, ið varða av fólkakirkjuni.
Úrslitið av hesum arbeiði verður lagt fyri Løgtingið at taka støðu til, so skjótt sum tað er liðugt, seðgi hon í svari sínum.
Annlis Bjarkhamar helt, at mentamálaráðið hevði ráðført seg við allar partar.
Sum er, hevur Mentamálaráðið samskift við viðkomandi myndugleikar innan fólkakirkjuna. Ætlanin er, at samskifta við teir aftur, og so vítt sum gjørligt helst eisini fyri næsta samráðingarfund, segði Annlis Bjarkhamar.
Lisbeth L. Petersen var ? sum roknast kundi við - als ikki nøgd við svarið frá Annlis Bjarkhamar. Lisbeth L. Petersen kennir tað ikki sum um, at allir neyðugir partar sleppa til orðanna í sambandi við yvirtøkuna.
Annlis Bjarkhamar vísti á, at ein yvirtøka vil geva neyðugu amboðini til skipanina av einari føroyskari fólkakirkju í framtíðini. Eftir hennara skuldi yvirtøkan koma fyrst av øllum, men hesum var Lisbeth L. Petersen alt annað enn samd við henni í.
Framferðarhátturin
Eftir at fyrispurningurin var svaraður, kom rættiliga glið á orðaskifti. Nógvir tingmenn høvdu hug at taka til orðanna. Málið hevur eftir øllum at døma fest røtur hjá fleiri.
Kjakið snúði seg serliga um framferðarháttin í sambandi við yvirtøkuna. Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava víst á, at teir sum so eru fyri at yvirtaka fólkakirkjuna.
Annlis Bjarkhamar segði ikki duga at síggja, hvat partarnir vóru so ósamdir um.
Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vísti ? eins og Lisbeth L. Petersen ? á, at saknur var á einum kjaki um evnið, og hann helt tað vera ógvuliga løgið at fremja yvirtøkuna fyrst og smíða lógirnar aftaná. Hetta sama við framferðarháttinum var eisini tað, ið merkti orðaskifti almikið.
Nakrir politikarar gjørdu nógv burturúr, at talan ikki skuldi gerast eitt partapolitiskt mál. Ein teirra var Tórbjørn Jacobsen, sum segði, at málið fyri alt í verðini ikki mátti gerast partapolitiskt.
Hann varð seinni noyddur at draga eitt sindur í land. Sum heild gjørdist prátið ikki nógv annað enn partapolitiskt.